Gerhard hevur krav upp á svar

Gerhard Lognberg hevur krav upp á at fáa at vita frá Javnaðarflokkinum og frá samgonguni, hvussu frammaliga Sandoyartunnilin er raðfestur, heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur

Tað, sum Gerhard Lognberg í veruleikanum ger, er ikki annað enn at krevja at fáa at vita, hvussu frammaliga Sandoyartunnilin er í politisku raðfestingini.

Tað heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.

Í tíðindunum á Rás2 í gjár varð hann biðin um sínar meting av togtoganini í samgonguni um undirsjóvartunlarnar.

Í hesum sambandi hevur Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum kravt at samgongan ásetir ein nágreiniligan dag fyri, nær arbeiðið upp á Sandoyartunnilin skal byrja.

Tað, sum hann í veruleikanum ger, at leggja trýst á sín egna flokk og á samgonguna fyri at fáa eina greiða raðfesting, segði Jógvan Mørkøre við Rás2.

Hansara krav er, at samgongan stingur eina greið og álítandi raðfesting og ein politikk út í kortið á hesum øki.

Men Jógvan Mørkøre vísir á, at hesum kravi vilja hvørki flokkurin ella samgongan eftirlíkað, sum støðan er nú.

- Hinvegin fór Gerhard Lognberg til val upp á Sandoyartunnilin og hann fekk eitt rættiliga gott úrslit. Tí hevur hann eisini krav upp á, at í minsta lagi hansara egni flokkur, og helst eisini samgongan, geva eina endaliga fráboðan um, hvør ætlanin er við Sandoyartunnilin og, hvussu frammaliga hann verður raðfestur.

Jógvan Mørkøre heldur, at var støðan í samgonguna um ikki annað tann, at Sandoyartunnilin skuldi fíggjast av Landskassanum við lántøku, høvdu politikararnir tað at halda seg til.

So hevði borið til at lagt eina tíðarætlan og so høvdu politikararnir verðið noyddir at sett tað av á fíggjarlógini, sum lánið kostaði.

Samfelagsfrøðingurin heldur, at við at leggja Sandoyartunnilin í eitt alment partafelag, uttanfyri landskassan verður tað ilt at fáa eyga á eina politiska raðfesting.

Men hann sigur, at stóri trupulleikin er, at politisku flokkarnir og samgongurnar hava ikki megnað at loyst málið um Sandoyartunnilin og tað hevur órógvað politiska arbeiðslagið hetta seinasta árið.

Men tað er eisini ein trupulleiki, at tað ber heldur ikki ber til at finna fulla semju innanhýsis í teimum ymsu flokkunum, í hvussu so er teimum stóru.

- Sostatt hevur Sandoyartunnilin ligið sum ein tíðarstillað bumbað, men hendan samgongan royndi so at útseta pínuna við at seta ein tunnilsbólk.

Men Jógvan Mørkøre heldur, at ósemjan er so stór, at tað slapst ikki undan, at tað aftur fór at elva til trupulleikar.

Hann væntar kortini ikki, at tað síðsta orðið er sagt enn.

Tilmælið hjá tunnilsbólkinum sigur, at farast kann undir Sandoyartunnilin, tá ið 150 milliónir eru settar í partafelagið, sum skal gera hann.

Men hann kostar næstan eina milliard, so har skal nógvur peningur útvegast afturat og fer helst eisini at krevja eina politiska viðgerð.

- Peningurin skal koma onkustaðni frá og tað fer at reisa ein grundlggjandi spurning, sum væntandi eisini fer at elva til trupulleikar í samgonguni. Tað er, at skattaborgarar í Eysturoy kunnu kom at gjalda fyri Sandoyartunnilin, tí talan hevur verið um at brúka avkastið av Eysturoyartunlinum til at gjalda Sandoyartunnilin við.

Hinvegin hava bæði løgmaður og aðrir politikarar tvíhildið um, at Sandoyartunnilin skal lagast til búskaparligu útlitini.

Sostatt verður tað ómetaliga tórført at geva Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu nakra trygd fyri at fara undir tunnilin í 2011, tí tey flestu síggja rættiliga myrk skýggj á luftini í løtuni.

Jógvan Mørkøre vísir eisini á, at hinvegin ber heldur ikki til hjá Gerhardi Lognberg og Pálli á Reynatúgvu at fara til løgtingsval einaferð afturat og biðja um veljarans stuðul til at fremja Sandoyartunnil. 

Les eisini greinina "Óvist um Tjóðveldið er samt um undirsjóvartunlar"