Gerhard Lognberg situr aftur fjálgt og væl í Javnaðarflokkinum.
Tað kann staðfestast eftir landsfundin hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið.
Sostatt hava Gerhard Lognberg øðrumegin og restin av javnaðarflokkinum hinumegin, grivið stríðsøksina langt niður, eftir eitt eljustríð í alt vár og út á summarið, sum var so rokaligt, at tað hótti við at spøna Javnaðarflokkin.
Tað var spurningurin um undirsjóvartunnil í Sandoy, har Gerhard Lognberg var so ósamdur við restina av Javnaðarflokkinum, at hann enntá varð hóttur við at verða tveittur úr flokkinum.
Hinvegin vóru tað eisini onnur javnaðarfólk, ikki minst javnaðarfólk á bygd, sum sóu sandoyartingmannin sum ein hetju, ið tordi at seta seg upp ímóti yvirvøldini – og sum tordi at standa rimmarfast, hóast tað breyt harðliga í bæði borð.
Skuldi vigast á fundi
Serliga gjørdust tað ovboðið hjá nógvum javnaðarfólki eftir ein rokmiklan tingfund, har Gerhard Lognberg av sjálvum tingsins røðarapalli, kallaði sín egna floksformann, Jóannes Eidesgaard, sum enntá eisini var løgmaður, fyri svíkjara.
Eitt skifti var so ísakalt ímillum sandoyartingmannin og restina av Javnaðarflokkinum, at eitt skifti varð hann ikki boðin við á fund hjá tingmanningini og hann duldi ikki fyri, at hann føldi seg ikki sørt frystan úti úr sínum egna flokki.
Tað endaði við, at boðað varð frá, at Javnaðarflokkurin fór at kalla saman til eyka landsfund at viðgera støðuna hjá Gerhardi Lognberg í flokkinum og um hann skuldi tveitast út.
Men tann fundurin bleiv ongantíð.
Síðani varð sagt, at málið skuldi bíða til regluliga landsfundin, sum var í Klaksvík um vikuskiftið.
Allar ósemjur lagdar afturum
Men tann, sum hevði bíðað eftir eini uppgerð í Javnaðarflokkinum á landsfundinum, bíðaði til fánýtis, tí á landsfundinum varð tvídrátturin um Gerhard Lognberg ikki tikin upp á tunguna yvirhøvur.
Sjálvur hevði Gerhard Lognberg orðið reiðiliga tíðliga á landsfundinum og tá staðfesti hann, at allar ósemjur ímillum hann og restina av flokkinum, vóru lagdar aftur um og tað fegnaðist hann um.
Hann sigur, at hann følir seg væl í tingbólkin um nú.
Men hann sigur eisini, at ein høvuðsorsøk til tað er, at CHE samgongan slitnaði og at ABC samgongan varð skipað í staðin.
- CHE samgongan skeyt Sandoyartunnilin í senk, so eg eri í hvussu so er ikki ein av teimum, sum harmist um, at hon fór fyri bakka, sigur hann.
Samstundis følir hann seg nógv tryggari við, at Sandoyartunnilin verður veruleiki við hesi nýggju ABC samgonguni.
- Tað eydnaðist at fáa Sandoyartunnilin við í samgonguskjalið við ítøkiligum orðingum og tað hevur givið mær nýggja vón, tí eg havi álit á, at samgongan er sinnað at fullføra tað, sum stendur í samgonguskjalinum, staðfestir Gerhard Lognberg.
Samstundis ger hann púra greitt, at tað er framvegis eitt treytaleyst krav, at farast skal undir Sandoyartunnilin í 2011.