Gerhard: – Orðið vendir ikki tómt aftur

– At boða Guds orð er ikki so einfalt, sum onkur kanska heldur, tí fólk eru so ymisk. Hinvegin er gott at vita, at tað boðaða orðið vendir altso ikki tómt aftur. Tað er mín troyst, og tað gevur mær dirvi at halda á, sigur Gerhard Jónsson Mikkelsen, sóknarprestur í Fuglafirði

Orð: Snorri Brend/Mynd: kvf.fo

 

LESTUR/PRÆDIKA: - Tað er altíð ein spurningur, hvussu eg sum prestur kann røkka tí sum lurtar. Og so er líkamikið, um viðkomandi situr heima við hús og lurtar eftir útvarpinum, ella um viðkomandi hevur leitað sær í kirkjuna ein sunnumorgun, sigur Gerhard Jónsson Mikkelsen.

 

- Fyri meg hevur tað allarstørsta týdning, at tað sum eg sigi er viðkomandi fyri so mong sum til ber. Eg royni tí eftir førimuni at gera prædikuna fangandi og gevandi, og at hava nøkur point við – nakrar krókar, um vit kunnu siga tað so.

 

- Í øllum førum ynski eg, at boða okkurt gott og týdningarmikið, sum tey, ið lurta, kunnu taka við sær út aftur í teirra gerandisdag,.

 

Gerhard er presturin, sum tekur sær av sendingini ”Hetta heilaga evangeliið skrivar” leygarkvøld í Útvarpinum, og er ein stutt gjøgnumgongd og viðgerð av prædikutekstinum sunnudag. Eftir lesturin fær presturin høvið at velja eitt tónleikaverk ella ein hóskandi sang.

 

Eitt dømi um samsvar millum tekst og sangval var næstseinasta leygarkvøld – 8. januar – tá prædikuteksturin til 1. sunnudag eftir Trettanda var um, tá Jesus vælsignaði børnini. Ta ferðina endaði sendingin hóskandi við kenda barnasanginum ”Barnetro - til himmelen du er en gylden bro”.

 

- Jú, hetta er ein stór avbjóðing, sum eg havi átikið mær. Men áhugavert er at hava eina slíka sending, sum eg veit at fólk lurta eftir. At tað er so, tað hoyri eg frá teimum viðmerkingunum, sum eg fái frá fólki, sigur ein takksamur fuglafjarðar-prestur.

 

EITT LÍTIÐ ”MEN”

Tað var í fjør summar, at samskiparin av andaliga tilfarinum í Kringvarpinum, Armgarð Arge vendi sær til Gerhard við fyrispurningi, um hann kundi átaka sær at hava hesa sendingina tað komandi árið.

 

Hetta kom helst eitt sindur óvart á nýggja prestin, sum hevði verið í starvinum sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi í minni enn eitt ár. Men hann valdi tó at taka við hesi avbjóðingini.

 

Hjá Gerhardi var tó bert eitt lítið ”men”: Hann hevði frammanundan verið í prestastarvi í Danmark, í Karslunde Strandkirke í fleiri ár. Og hann hevði ikki lurtað so øgiliga nógv eftir hesi sendingini leygarkvøld, og sum annars liggur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

 

- Eg visti tó, at tað var ein ávísur prestur, ið tók sær av hesum eitt ár ísenn. Her var talan um eina stutta gjøgnumgongd av prædikutekstinum til dagin eftir, og so var endað við einum sálmi ella framførslu av tónleiki.

 

- Hetta var tí rættiliga nýtt og ókent fyri mær, og eg bað um tíð at hugsa meg um í. Og so svaraði eg bara ja.

 

- Eg veit ikki hví, hon vendi sær júst til mín. Kann vera, at hon visti hvør eg var, tí eg havi, hóast alt skrivað morgunlestrarnar í útvarpinum nakrar ferðir áður. Men eg játtaði so, og bað um eina royndartíð uppá tríggjar mánaðir, sigur Gerhard við einum brosi.

 

Nú eru longu gingnar fleiri vikur síðani hann las fyrsta lesturin til 1. sunnudag í advent, og tey sum lurta eftir sendingini, kunnu bara staðfesta at tað enn koyrir við sama lag.

 

52.000 LURTARAR

At skula fyrireika seg til ein slíkan stuttan lestur krevur sjálvandi sín ”prest”. Men fyri Gerhard er hetta samstundis eisini ein fyrireiking til prædikuna um sama evni, ið skal haldast í onkrari kirkju í sóknini dagin eftir.

 

Har kunnu vera nógv fólk í kirkju, og har kunnu sjálvandi eisini vera færri fólk í kirkju. Men fyri Gerhard er tað kortini av allarstørsta týdningi, at prædikan ella lesturin eru væl gjøgnumarbeidd og rættlisin væl og virðiliga.

 

Ella, sum hann sigur:

 

- Prædikan skal sjálvandi hava tað við, hvat ið dagsins tekstur sigur mær sum prestur í dag. Men hann skal so sanniliga eisini kunna siga tí einstaka kirkjugangaranum nakað.

 

- Tí, sært tú. At skula prædika í eini kirkju í eini lítlari bygd og at skula prædika fyri kanska 52.000 føroyingum, tað er sjálvandi hvør sítt. Ja, at hava ein so stóran hugsaðan málbólk at prædika fyri, tað er avgjørt ikki lætt.

 

- Um eg royni at raka øll, so raki eg helst ongan. Eg má tí hugsa um tann einstaka, sum er komin í kirkju ella lurtar eftir útvarpinum eitt leygarkvøld. Hetta er tí ikki so einfalt, sum onkur kanska heldur.

 

- Men hinvegin vit vita kortini, at tað boðaða orðið vendir altso ikki tómt aftur. Tað er mín troyst, og tað gevur mær dirvi at halda á, slær Gerhard fast.

 

Í fyrireikingum sínum til ”Hetta heilaga evangeliið skrivar” roynir hann tí at ímynda sær sítt egna kirkjulið, og síðani hugsa um, hvat hann hevði viljað sagt teimum, og hvat hann ynskti, at tey skuldu fáa heim aftur við sær.

 

- Fólk hugsa og meina so ymiskt, og fólk eru á ymiskum støðum í lívinum. Tað er altso mitt inn í hetta meldrið at vit sum prestar skulu prædika. Hetta er so avgjørt við til at gera okkara arbeiði bæði ábyrgdarfult og spennandi.

 

- Tað er tó eingin ivi í míni verð um, at Bíblian hevur nakað at siga okkum øllum, óansæð hvar og hvussu vit eru.

 

TAÐ FØROYSKA MÁLIÐ

Áðrenn Gerhard gjørdist prestur við heimstaði í Fuglafirði, hevði hann samanlagt virkað sjey ár sum prestur í Karslunde, ið liggur nakað sunnanfyri Keypmannahavn.

 

Í prædikum sínum har – eins væl og í prædikum sínum í føroysku kirkjuni – roynir hann altíð at taka viðurskifti og umstøður við í prædikuna, sum kirkjufólkið kann kenna seg aftur í. Tað kann til dømis vera tað at vera í sóttarhaldi. At hava smábørn í húsinum.

 

Hvussu ein familja uppá fýra – sum í hansara føri – ger, um øll skulu frá húsum samstundis, og annað slíkt gerandisligt, sum øll onkursvegna kunnu fyrihalda seg til.

 

- Eg haldi, at tað hevur týdning at taka slíkt við í prædikuna, tí so kanst tú fanga tey ið lurta eftir eini slíkari søgu. Eg havi eisini fingið positivar afturmeldingar um júst hetta.

 

- Eitt annað er so tað, at eg ikki enn eri nóg stinnur í føroyskum. Tað er mín avbjóðing hvørja einastu ferð at fáa tað pussað reinari, sigur Gerhard, sum í hesum førinum hevur fingið sær eitt toymi av rættlesarum at lurta og rætta í tí, sum hann skal bera fram.

 

- Á henda hátt kunnu vit lúka burtur fleiri danismur, skeivar vendingar og bendingar. Tá eg so haldi mína prædiku, ella ein lestur eitt leygarkvøld, havi eg verið ígjøgnum tekstin fleiri ferðir.

 

- Tá eg so standi á prædikastólinum, kann eg tí oftari lyfta eyguni upp frá handritinum og soleiðis fáa betri eygnasamband við kirkjufólkið. Tað hevur so sanniliga eisini sín týdning, slær Gerhard fast.

 

(Les eisini greinina ”Hetta heilaga evangeliið skrivar ... Gerhard prestur”, sum stóð her á heimasíðuni 26. november 2021).

 

www.folkakirkjan.fo.