Gerhard rýmdi av floksleiðslufundinum

Gerhard Lognberg rýmdi harðmæltur av floksleiðslufundi Javnaðarfloksins um hálvgum ellivu tíðina í kvøld. Fundurin er nú lokin. Gerhard Lognberg fór geylandi út úr Losjuni við floksleiðslulimum Javnaðarfloksins í hølunum fyri góðum hálvum tíma síðan, men hann hevði ikki tíð at geva Sosialinum eina viðmerking, tí at hann hevði skund at sleppa suður til Sandoynna.

Einasta málið á floksleiðslufundinum í kvøld var, hvørjar fylgir skulu koma av teimum álopum, ið hava verið mótvegis floksformanni, landstýrisfólkum og tingbólki Javnaðarfloksins. Hetta sigur floksleiðslulimur í viðmerking til Sosialin.

Floksleiðslufundur Javnaðarfloksins, ið varð settur klokkan sjey í kvøld, er nú lokin.

Niðurstøðan frá fundinum verður løgd á portalin, skjótast hon er tøk.