Gerið ikki Javnaðarflokkin til sambandsflokk

Orðaskiftið í Løgtinginum um Hvítubók er av. Ikki serliga nógv nýtt kom fram. Tó tykist tað, at onkrir bólkar nærkast hvørjum øðrum, hóast støðan er heldur fastløst enn.

Eg var ein av teimum, ið var sera væl nøgdur við sjálvstýrisuppskotið hjá Javnaðarflokkinum, tá ið tað kom fram. Tó skilti eg ikki, hví vit skuldu hava sum treyt, at tað skuldi vera innan fyri ríkisfelagsskapin. Samráðingarnar við danir mugu væl koma at avgera, hvussu vit frægast náa teimum málum, ið vit hava sett í sjálvstýrisuppskotinum. Men eg má siga, at tað gleddi meg almikið, tá ið eg hoyrdi okkara formann siga undir orðaskiftinum, at ríkisfelagsskapurin er ikki eitt mál í sær sjálvum, og eg hómi ein møguleika, at okkara flokkur kann fara við opnum sinni við til samráðingarnar uttan at føra seg fram sum ein turrgeldur sambandsflokkur.

Orðaskiftið, ið hevur verið bæði í tinginum og í bløðunum hevur verið á einum skammiliga lágum støði. Eg haldi, at tit politikkarar áttu at verið meira at tykkum komnar. Alt hetta brigslið, ið tit hava vartað upp við, hoyrir ongastaðni heima og tænir ongum endamáli.

Eg haldi, at Javnaðarflokkurin fyrst og fremst skal fara eftir innihaldinum í sjálvstýrisuppskotinum, og minnast til, at ríkisfelagsskapurin er ikki eitt mál í sær sjálvum.

Í svf gongur í løtuni ein donsk undirhaldsending við heitinum : Alt ella onki. Eg veit ikki um Tjóðveldisflokkurin spælir sama spæl, men teir mugu hugsa um, at teir skjótt kunnu gerast sínir egnu mótstøðumenn.


Petur Páll Mikkelsen, javnaðarmaður