Gert Hansen gevst at spæla fótbólt. Tað boðar 33 ára gamli verjuspælarin frá í samrøðu við Sosialin, sum kemur á gøturnar í dag. Hann hevur havt drúgvan skaða í knænum, sum ger at hann nú ikki fær spælt meir.
- Tað er slutt. Tað er ikki meiri “go” í knænum. Eg havi onkuntíð havt trupulleikar við knænum, eftir at eg í 2008 sleit krossbandið, men seinastu tveir ella tríggjar mánaðirnar av kappingini í fjør bleiv tað verri, sigur Gert Hansen í samrøðu við Sosialin.
Hann boðar eisini frá, at hann nú verður partur av venjaratoyminum hjá Víkingi, sum eisini telur Hans Jørgen Djurhuus, ið er spælandi hjálparvenjari.
- Eg fari at hjálpa til kring hópin. Millum annað tá Hans Jørgen Djurhuus skal spæla, so traðki eg til, sigur Gert Hansen.
Tað eru 15 ár síðani, at hann spældi í bestu deildini á fyrsta sinni. Hann hevur umboðað EB/Streym og Víking, har hann hevur vunnið FM og Løgmanssteypið við báðum. Les meiri í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í vikuni.