Aftaná dystin í Klaksvík, sum KÍ vann 3-1 á EB/Streymi fekk Rólant Waag Dam orðið á liðskipararnar, Gert Hansen hjá EB/Streymi og Páll Klettskarð hjá KÍ.
Gert Hansen var sera bersøgin um manglandi avrikið hjá sínum liði, og segði, at talan var um ein uppibornan sigur til KÍ.
Páll Klettskarð fegnast um, at KÍ er komið á slóðina aftur trý tey seinastu umførini, og, at liðið nú er at finna í i frægara endanum í effodeildini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Gert Hansen og Páll Klettskarð søgdu við Rólant Waag Dam, aftaná dystin.