Gestarøða: Eitt herðaklapp frá landsstýriskvinnuni

Leygardagin í farnu viku hevði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar aðalfund. Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum var gestarøðari til aðalfundin, sum var hildin á Hotel Føroyum.

 

Sjúkrarøktarfrøðingar fingu eitt herðaklapp frá landsstýriskvinnuni. Í røðuni kom landsstýriskvinnan eisini inn á ætlanirnar hjá samgonguni á heilsuøkinum, sjúkrarøktarfrøðiliga yrkið, fakliga stoltleikan og at menna møguleikan fyri kliniskari eftirútbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum. Landsstýriskvinnan segði millum annað soleiðis:

 

Eg veit, tit gera megnararbeiðið hvønn einasta dag í árinum, allan sólarringin. Tit gera tað í stillum. Kanska alt ov stillum. Viðhvørt sakni eg tykkara fakligu rødd í mun til heilsufakligar spurningar, sum stinga seg upp í samfelagnum.

 

Øll røðan kann lesast her.