Gestir næstan lidnir

Gestir eru næstan lidnir við upptøkurnar av fløguni Burtur frá Toftunum. Nú verur fari til London, har 3 Gestir og tøkningurin hjá teimum Jens L. Thomsen búgva, at leggja síðstu hond á upptøkurnar.

Gestir vóru fyrr í mánaðanum í Lundgaard upptøkuhølunum í Vejen í Danmark, og tóku fløguna upp. Væntandi kemur fløgan út seinni í ár.