Gestirnir gjørdu bara sína skyldu

Hóast KÍ stríddist væl í fyrra hálvleiki, munaði tað bara einki, tí NSÍ fekk málini og sat á øllum eftir steðgin, tá munurin á toppi og botni gjørdist alsamt sjónskari. Uttan at vísa sítt besta, megnaði NSÍ við einum jøvnum arbeiðsinnsatsi at vinna trý stig

FÓTBÓLTUR

Uttan mál vinnur tú ongar dystir, og tað mátti KÍ enn eina ferð sannað í gjár, tá NSÍ var á vitjan. Í dystinum hevði KÍ einar tríggjar ella fýra rættiliga góðar møguleikar, men fekk einki burtur úr teimum. Og tað kostaði í síðsta enda, tí NSÍ brúkti tveir av sínum við fullari úrtøku – og vann.

Ikki tí, KÍ arbeiddi væl fyri sakini mestsum allan fyrra hálvleik, og hóast NSÍ beinanvegin kom á odda, tók tað ikki mótið frá klaksvíkingunum. Teir stríddust væl og kundu enntá sigast at hava yvirvág í spæli fyrstu trý korterini, tá tað mesta av spælinum gekk fyri seg á miðjum vølli.

NSÍ fekk ikki so nógv at bera til í fyrra hálvleiki, og einki sást til munin, ið skuldi verið á einum liði á triðja plássi og einum í botninum. Men NSÍ fekk so mál, og tað var so í øllum førum ein avgerandi munur, ið skuldi vísa seg at blíva størri seinni í dystinum.

Tað vóru ikki meira enn fimm minuttir farnir, tá Hjalgrím Elttør stríddi seg til bóltin í vinstru síðu, beint framman fyri miðjuna. Hann setti ferð á fram ímóti KÍ-baklinjuni, haðani hann legði innfyri til Károly Potemkin, sum mitt fyri málinum var púra leysur og ósvikaliga tryggur. Einfalt og gott, 1-0.

Lítið var at tosa um málmøguleikar allan fyrra hálvleik, men tó var Kristoffur Jakobsen nær við at javna, tá eitt korter var farið. Hann kom einsallur ímóti Meinhardt Joensen, ið kom út ímóti og fekk fótin á bóltin, so Kristoffur noyddist at reka út í síðuna, haðani vinkulin gjørdist ov spískur.

Øðrvísi eftir steðgin

Eftir tama fyrra hálvleikin sá beinanvegin eftir steðgin út til, at meira lív fór at koma í dystin. Innan fyri fyrstu gott og væl 10 minuttirnar høvdu bæði lið havt hvør sínar tveir góðar kjansir, men hvørki ein ella annar av spælarunum megnaði at snýta málverjarnar, ið báðir vóru tryggir, tá ástóð.

Kristoffur og Leon Bjartalíð áttu tilboðini hjá KÍ, men í báðum førum bjargaði Meinhardt, og tað sama var í hinum endanum, har Jákup Mikkelsen fekk víst sínar dygdir, tá Klæmint Olsen og Bogi Løkin royndu seg.

Um seinna hálvleik er annars at siga, at NSÍ sá út til at hava tikið seg saman, tí eftir lívligu byrjanina frá báðum pørtum, var tað stórt sæð NSÍ, ið sat á øllum. KÍ hótti so at siga slett ikki, meðan NSÍ í so mikið stóran mun var ráðandi á vøllinum, at tað var rárasta hending, at meiri enn tríggjar sendingar vóru millum KÍ-spælarar, fyrr enn NSÍ aftur hevði tikið bóltin av teimum.

Í yvirtíðini, sum dómarin legði aftrat, eydnaðist so Potemkin at staðfesta sigurin og sína egnu støðu sum toppskjútti í Vodafonedeildini. Tað sá út, sum gjørdi hann fríspark ímóti Jan Andreasen, tá hann vann bóltin av honum, men floytan tagdi, og so gjørdi ungarin skjótt av og smekkaði til, uttan at Jákup í KÍ-málinum fekk gjørt stórvegis. So var 2-0.

Eftirfylgjandi fekk Jan Andreasen reyða kortið, tá hann mótmælti, men tað broytti so einki upp á úrslitið og heldur ikki upp á tann veruleika, at so leingi KÍ ikki megnar at fáa mál, megnar liðið heldur ikki meira enn eitt pláss í botninum. Lukkutíð fyri klaksvíkingar, fóru vágamenn og fuglfirðingar heldur ongan veg hesa ferð…

NSÍ gjørdi hinvegin bara sína skyldu sum topplið ímóti botnliði, og við einum jøvnum arbeiðsinnsatsi eydnaðist teimum gulu úr Runavík at halda fast um góðu úrtøkuna á útivølli, tí hetta var fimti útisigurin av fimm møguligum.