Gaman í er framvegis ein hálvfinala eftir. Og tað kann so ikki staðfestast við 100% vissu, at VB ikki vinnur hesa við 9 málum. Men kortini man tað vera so sum so við vónunum hjá verjandi føroyameistarunum undan seinnu hálvfinaluni. Snøgt sagt, so var munurin í fyrru hálvfinaluni av slíkum slag, at sjálvt ídnastu VB-viðhaldsfólkini neyvan ímynda sær eina støðu, har finalusessurin brádliga kann gerast veruleiki.
1 mál í 15 minuttir
Fyrstu longu løtuna var annars ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakran bank til heimaliðið. Fyrst og fremst, so løgdu liðini dentin á varið spæl fyri steðgin. Tað merkti, at fáir óneyðugir bóltar vórðu tveittir burtur, so mótstøðuliðini ikki sluppu í kontra. Men tað merkti eisini, at uppspælið hjá pørtunum gekk sera tungt. Tí høvdu verjurnar ikki nakra ovurhonds trupla uppgávu, og tá var tað eisini lættari hjá bæði Astu og Agne í málunum báðum at standa væl.
Og úrslitið av øllum hesum varð ein óvanliga málfátækur hálvleikur. Tað man í øllum førum verið óluksáliga langt síðani, at Stjørnan bara hevur skotið eitt mál fyrsta korterið, men tað var støðan hesaferð. Og hvussu løtt uppgávan í veruleikanum bleiv fyri verjurnar, verður kanska eisini undirstrikað av innanhýsis býtinum av málum hjá liðunum. Av teimum niggju VB-málunum fyri steðgin, átti Daiva tey seks, meðan Alina átti fimm av teimum sjey Stjørnu-málunum. Og fyrstu ferð annar Stjørnu-spælari skoraði, var eftir 23 minuttum!
Eyka gearini
Eftir steðgin tóktist dysturin halda fram eftir at kalla sama leisti. Fyrstu tekinini um, at gestirnir ætlaðu sær at tátta skrúvuna, komu tó spakuliga til sjóndar, tá einir tíggju minuttir vóru farnir. Onkursvegna tóktist hetta tó koma ov seint. Skilt soleiðis, at VB kanska skuldi klára at stríða seg ígjøgnum samfullar 60 minuttirnar, nú ferðin hevur verið somikið lagalig stóran part av dystinum.
Bara 16 minuttir fyri leiklok, stóða framvegis 15-12 á talvuni, men so skramblaði fullkomuliga hjá VB. Stjørnan fekk av álvara verjuna upp í snúningar, soleiðis at VB snøgt sagt ikki slapp ígjøgnum. Og vunnu tær bóltin, so gekk skjótt fyri seg. Alina var ein støðug hóttan við gjøgnumbrotsstyrki sínari. Tað sama gjørdist Katarina brádliga við skotum sínum, og valdi VB at koma út eftir bakkunum, so sveik Una Olsen ikki álitið, tá hon varð spæld púrasta blank. Og so hjálpti tað eisini, at Stjørnan læt ungu Duritu Christoffersen sleppa á vøllin. Við Báru Skaale í uttanlandsørindum, tóktist annars tungt hjá Stjørnuni at finna rætta avloysaran. Maria við Neyst royndist hampuliga væl í verjuni, men í álopspartinum gjørdist ov lætt hjá VB at byrgja fyri, tá tað at kalla bert var vinstra síða, sum hótti hjá Stjørnuni. Og tað sama var galdandi, tá Louisa Andreasen eitt skifti royndi seg. Nakað sum av álvara broyttist, tá vinstrahandaða vestmannagentan kom á vøllin. Í fyrstu royndini høgdi Durita bóltin í kassan, og so gjørdist hóttanin brádliga munandi verri at byrgja fyri.
At VB so eina løtu misti stinnu Astu í málinum, tá Anna Kristina - óviljað - kom at senda bóltin í andlitið á málverjanum, gjørdi ikki støðuna betri. Tað gav stjørnuni møguleika at skræða seg leysar, og so skramblaðu málini bara inn. VB forseraði í fleiri førum álopsspælið, nú tær royndu at vinna tað mista aftur, og so fall revsingin náðisleyst í eyðkenda kontraspælinum. Og hóast Asta kom aftur á vøllin, so tóktist greitt, at hon ikki longur var eins væl fyri, sum hon annars hevði verið í dystinum.
Finaln er vís
Og við áttu málum at geva av, skal tað altso vera ógvuliga løgið, um ikki Stjørnan triða árið á rað skal vera partur av steypafinaluni. Sjálvandi skal skinnið ikki seljast, fyrr enn bjørnin er skotin. Nakað sum treisku VB-kvinnurnar eisini fleiri ferðir hava prógvað. Men tað man tó vera sjáldan, at bjørnin er so illa særd. Somikið illa, at hóast hon fær eitt trivaligt petti av mótstøðuni í næsta slagnum, so er blóðtapið helst av slíkum slag, at deyðin er vísur kortini.
VB-Stjørnan 17-25 (9-7)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 8(3), Cristina Holm 4(2), Monika Samuelsen 2, Margreth Augustinussen 2, Laila Jespersen 1
Stjørnan: Alina Olaru 9(2), Katarina Stepanov 6(1), Una Olsen 4, Anna Kristina Samson 3, Durita Christoffersen 2, Joan Midjord Djordjevic 1
Brotskøst: VB 6, Stjørnan 3
Útvísingar: VB 1, Stjørnan 1
Dómarar: Hallur Danielsen & Petur Skeel Dahl. Dømdu ein fínan dyst, har teir alla tíðina høvdu gott samband við spæl og spælarar.