Gestirnir haltaðu seg til eitt stig

ÍF royndi at verja seg til tepran sigur, og tað sektaði EB/Streymur, tá ið Bárður Olsen javnaði við rimmar frísparki

Tveir minuttir undan steðginum legði ÍF seg á odda. Sjúrður Pauli Nielsen legði flatt innfyri úr høgru, og Hans Jákup Lervig var fyrstur á og stýrdi bóltin í málið.

So var 1-0 til ÍF, sum mest sum allan seinna hálvleik hevði hug til at hugsa meiri um at verja heldur enn at leypa á fyri at økja um leiðsluna. ÍF var onkra ferðina í mótálopi, og innskifti Jóhan Petersen hevði dygst undir málinum gyltan møguleika at økja um leiðsluna, tá ið Uros Stojanov legði innfyri úr høgru, men hann rakti ikki bóltin.

EB/Streymur hevði eftir steðgin betri tak á spælinum. Bárður Olsen var lyklaspælari í samanspælinum á miðvøllinum, og hóast tað vóru nógvir nærdystir, so luktaði tað alt meiri av, at tað skuldi eydnast gestunum at javna.

Gamli málrevurin Arnbjørn Hansen varð skiftur inn í seinna hálvleiki, men tað var ikki hann, sum skoraði málið, ið bar við sær, at eitt stig er í skjáttuni aftur í Sundalagið.

Tríggjar minuttir undan leikloki vann EB/Streymur fríspark á brotsteigarmarkinum og eitt vet til vinstru. Bárður Olsen hevur ofta skorað við frísparki, og tað gjørdi hann aftur í dag, tá ið hann smekkaði bóltin framvið manngarðinum og í handara síðunetið.

Tá høvdu teir í EB/Streymi so at siga verið undirmannaðir í nakrar minuttir. Gutti Dahl-Olsen var meiri enn hálvskaddur, men tað bar ikki til at skifta hann út, tí teir høvdu skift tríggjar út.

Úrslitið ber við sær, at ÍF framvegis er tvey stig frammanfyri EB/Streym.

ÍF skal leygardagin spæla á Tvøroyri, og EB/Streymur fær sunnudagin vitjan av B36.

https://www.in.fo/myndasavn/

 

ÍF – EB/Streymur 1-1 (1-0)

1-0: Hans Jákup Lervig 43.

1-1: Bárður Olsen 87.

Dómari: Rúni Gaardbo

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen (Jan Ó. Ellingsgaard, 54.), Tóri Nolsøe Olsen (Jóhan Petersen, 72.), Hákun Edmundsson, Andy Ó. Olsen – Karl Løkin, Sámal Joensen – Gundur E. Petersen, Bogi Løkin (Pól Jákup Lundsbjerg, 67.), Hans Jákup Lervig – Uros Stojanov

Gult kort: Karl Løkin, Tóri Nolsøe Olsen, Pól Jákup Lundsbjerg, Hákun Edmundsson, Sámal Joensen

Venjarar: Ólavur Larsen og Hans Jørgen Djurhuus

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ragnar B. Danielsen (Gutti Dahl-Olsen, 57.) –– Bárður Olsen, Hjalti Kárason Djurhuus – Tóki H. Johannesen, Rói H. Olsen (Arnbjørn Hansen, 46.), Símun Sólheim – Niklas T. Kruse (Bjarki Zachariassen, 72.)

Gult kort: Mikkjal Hellisá, Rói H. Olsen, Rói Zachariasen

Venjari: Jákup Martin Joensen