Fyrrapartin í dag kemur eysturríska ferðalagið í Vágar. Ørindini, ið skulu fáast frá hondini, er Europa Cup dysturin, sum verður móti KÍ í morgin. Dysturin verður spældur á Svangaskarði klokkan 17.
Fremmanda menninir, sum hava fyrrverandi liðformannin á týska landsliðnum og Bayern München mannin Klaus Augenthaler við stýrisvølin, fara at halda til í høvuðsstaðnum, og teir ætla sær ikki inn á Toftir at venja. Í staðin fara teir at venja á Tórsvølli klokkan 17 í dag.
Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Grazer AK í landskappingini, sum er sjey umfør gomul. Í vikuskiftinum taptu teir 1-0 á útivølli móti FC Tirol, sum er á ovasta plássinum. Tað eru tíggju lið í bestu fótbóltsdeildini í Eysturríki, og Grazer AK er á áttanda plássinum. Eitt lið flytir beinleiðis niður, og eitt lið skal spæla um at vera í deildini.
Klaksvíkingar fara í kvøld á Svangaskarð at venja fyri síðstu ferð undan altjóða uppgávuni, og hjá KÍ eru allir menn tøkir.
KÍ vónar, at stuðulin frá áskoðarunum verður hollur. Talið av áskoðarum er avmarkað til 1300, og í KÍ vóna tey, at tað í minsta lagið fara at møta so nógv upp, sum vóru á Svangaskarði í 1992, tá KÍ tapti 3-1 móti Skonto Riga. Tvær ferðir hava viðhaldsfolkini hjá KÍ havt orsøk at iðra seg um, at tey ikki møttu á Svangaskarði til Europa Cup dyst. Onnur ferðin var 10. august í 1995, tá Olgar Danielsen skoraði trý mál, og KÍ vann 3-2 móti Maccabi Haifa, og hin ferðin var 30. juli í 1997, tá Újpesti úr Ungarn vann 3-2 á Svangaskarði. Ta ferðna skoraði Olgar Danielsen til 1-0, og Kurt Mørkøre skoraði til 2-1, tá tað restaðu 17 minuttir.
Bussar koysa seinnapartin í morgin í sambandi við vanligu túrarnar hjá Dúgvuni úr Leirvik og beinleiðis á Svangaskarð og aftur til Leirvíkar eftir loknan dyst.