Gestur er fluttur heimaftur

Gestur Bogason Dam hevur undirskrivað sáttmála, sum bindur hann at EB/Streymi

Gestur Bogason Dam fer í 2018 at umboða EB/Streym. Tað boðar felagið frá á heimasíðu síni. Talan er um eitt ára sáttmála.

23 ára gamli Gestur B. Dam hevur síðani 2014 verið í B36, har hann seinastu árini hevur verið fastur maður í besta hópinum og ofta hevur verið millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur røkt ódnirnar á vongverjunum, sum sentralur miðvallari og framrættaður síðuspælari í vinstru.

 

Gestur B. Dam er ættaður úr Sundalagnum, og barna- og ungdómsárini spældi hann við EB/Streymi, sum hann nú aftur fer at umboða.

Sambært faroesoccer.com hevur Gestur B. Dam áður spælt ein dyst fyri EB/Streym í bestu deildini. Tað var 11. august 2012, tá ið EB/Streymur á heimavølli vann 4-2 ímóti FC Suðuroy. Tá var Gestur B. Dam skiftur inn í síðsta minutti.

Síðani hevur hann spælt 69 dystir í Effo-deildini á B36 liðnum og skorað sjey mál. Hann hevur spælt níggju steypadystir og skorað tvey mál, tveir stórsteypadystir og fimm ferðir hevur hann roynt seg í europeisku kappingunum – tríggjar ferðir í Champions League og tvær ferðir í Europa League.

 

Í 2015 og 2016 var Gestur níggju ferðir á U-21 landsliðnum. Tá skoraði hann eitt mál. Tað var tá ið hann 24. mars 2016 javnaði til 1-1 ímóti Týsklandi i Frankfurt. Týskland vann 4-1.

 

Tá ið Gestur B. Dam í 2012 snoddaði til besta liðið hjá EB/Streymi, var Heðin Askham venjari. Heðin Askham er eisini venjari hjá EB/Streymi, nú Gestur B. Dam aftur er í barndómsfelagnum.