Gestur við Høgadalsá deyður

Hósdagin 26. februar andaðist Gestur við Høgadalsá í Havn, 67 ára gamal.

Gestur var havnarmaður. Foreldrini vóru Hanna, f. Poulsen, ættað av Kirkju, og Hanus við Høgadalsá úr Kaldbak. Gestur var næstelstur av fýra systkjum, hini eru: Hervør Durhuus, Guðrun Dalsgarð og Úlvur við Høgadalsá.


Gestur fór fyrstu ferð til skips sum 14 ára gamal við trolaranum Fiskanes og var ofta til skips í summarfrítíðini, eisini meðan hann gekk í studentaskúla. Hann sigldi seinni við øðrum skipum sum t.d. Boðanesi, Ólavi Hvíta og Grími Kamban.


Í 1967 giftist Gestur við Karin, f. Ludvig Herdalur, ættað úr Vági, og í 1968 fóru tey til Danmarkar, har Gestur gekk á telegrafistskúla í Keypmannahavn og tók prógv í 1970.


Hann sigldi eitt skifti sum telegarfistur við trolaranum Leivur Øssursson og seinni við Kap Farvel. Tá so Smyril (Morten Mols) bleiv keyptur í 1975, fekk hann starv sum telegrafistur har.


Í 1979 fekk hann starv hjá Postverkinum, sum bleiv hansara lívsstarv. Fyrstu árini á posthúsinum í miðbýnum í Havn og seinni á høvuðsposthúsinum á Óðinshædd. Har arbeiddi hann til 2006, tey flestu árini í brævsorteringini.


Gestur var havnarmaður við stórum H og B36-ari burturav.


Karin og Gestur búsettust við Velbastaðvegin og fingu børnini Hanus og Turið umframt ommu- og abbabørn. 




















.