Gev børnunum meiri frí

Fráfarin lærari heldur at bæði skúlavikan og skúlaárið skulu styttast.

Hósdagin vórðu frágreiðingin um føroyska fólkaskúlan og nøkur broytingartilmæli løgd fram í tinginum og í morgun verður  aðalorðaskifti um føroyska fólkaskúlan.

 

Millum tilmælini er at stytta skúlaárið, so at føroysk skúlabørn í staðin fyri at ganga 198 dagar í skúla um árið, skulu ganga í skúla 193 dagar, tað vil siga eina viku minni. Um hendan broytingin verður framd hava føroysk børn framvegis eitt tað longsta skúlaárið í Norðurlondum, tí í Svøríki, Noregi og Finnlandi er skúlaárið 190 dagar og í Íslandi 180 dagar. Einans donsk skúlabørn ganga longri í skúla, 200 dagar.

 

Eyðun á Borg, sum júst er farin frá sum lærari, heldur, at landsstýriskvinnan skal stytta skúlaárið enn longri, fyri bæði barnanna og læraranna skuld.

- Verið nú ikki ov varin, tá tit fara at lækka skúladagatalið! 5 dagar eru í minna lagi. Betri er helst at lækka dagatalið við 8 døgum, soleiðis at vit fara at hava sama dagatal sum Noreg, Svøríki og Finnland (190 skúladagar um árið). Seinni fara vit kanska at hyggja at skúladagatalinum í Íslandi (180 dagar). Verið ikki bangin fyri at lata lærararnar fáa nakrar frídagar eisini! Teirra starv er rættiliga krevjandi, skrivar hann í lesarabrævi.

 

Hann heldur eisini, at skúlavikan hjá børnunum er ov long í Føroyum.

- Vikutímatalið er alt ov høgt! Tað líkist t.d. ongum, at 1. flokkur skal hava 5 tímar um dagin á tímatalvuni; heldur ikki, at 8. flokkur skal hava 8 skúlatímar dagliga, sigur hann.

 

Hann ásannar, at hetta er ein stór avbjóðing, tí samstundis verður tosað um, at leggja fleiri evni afturat á skúlatalvuna, millum annað samfelagsfrøði. Og sjálvur kundi hann hugsað sær ein sangtíma um vikuna. Men so er sjálvsagt, at okkurt annað má úr. Her nevnir fyrrverandi lærarin millum annað danskt.

- Helst fer danskt við ov nógvum tímum, har vit í summum førum læra um tað sama sum í føroyskum. Danskt skal tó framvegis vera á tímatalvuni, sigur Eyðun á Borg.