1. Leita tær blondidúkar fram, sum eru nøkulunda líka tjúkkir. Úrslitið verður best, um dúkarnir eru gjørdir av umleið sama slag av garni.
2. Keyp ein svimjibólt ella eina ballón og blás upp.
3. Um dúkarnir eru stórir, kanst tú klippa teir sundur í minni petti.
4. Blanda tapetklistur.
5. Legg dúkarnar á svimjibóltin og pensla teir við klistrinum, so at teir gerast dýggjvátir.
6. Fyll allan bóltin við dúkunum, men lat eitt hol verða, so at tú kann taka bóltin út.
7. Lat turka. Lampan má gerast heilt turr.
8. Slepp luftini úr bóltinum og drag hann út ígjøgnum holið.
9. Drag ein leidning og gløðilampu ígjøgnum eitt av holunum og hang upp har tað passar best.
NB! Ver ansin, so at gløðilampan ikki kemur ov nær blondunum. Um tað gerst ov heitt, kann eldur koma í.