Gev Fólkaflokkinum eina oyrafiku

- Vit ætla okkum ikki at rópa um sjálvstýri á fólkatingi. Tað fara vit at gera í Føroyum, segði formaðurin í Fólkaflokkinum Jørgen Niclasen, í sjónvarpinum í gjárkvøldið.

- Vit ætla okkum ikki at rópa um sjálvstýri á fólkatingi. Tað fara vit at gera í Føroyum, segði formaðurin í Fólkaflokkinum Jørgen Niclasen, í sjónvarpinum í gjárkvøldið.

Jørgen er ofta stuttligur, og tað var hann eisini í sjónvarpinum, tí í Føroyum hevur Fólkaflokkurin støðugt atkvøtt ímóti framstigum á sjálvstýrisleið farnu 10 árini, og á Christansborg hevur hann biðið um hægri blokk saman við Sambandsflokkinum.

Stundin man tí vera komin, at veljarar hjá Fólkaflokkinum, sum bera sjálvstýrisneistan í hjartanum, á valinum hósdagin geva flokkinum eina oyrafiku, revsa hann fyri sambandspolitikkin farnu árini og velja eina veruliga tjóðskaparrødd á fólkating.

Fólkaflokkurin sigur seg í valskránni vilja fara á fólkating at tala fyri føroyskum sjálvbjargni, verja Føroyar ímóti ES, fáa limaskap í altjóða felagsskapum, taka yvir útlendingamál og taka av uttanríkispolitisku heimildarlógina.

Atkvøtt móti egnari valskrá 29 ferðir

Men heilar 29 ferðir seinastu 10 árini hevur Fólkaflokkurin á løgtingi atkvøtt ímóti síni egnu valskrá til fólkatingsvalið.

Úr rúgvuni av tingmálum, sum er til skjals hjá Føroya løgtingi, kann nevnast, at fýra ferðir hevur flokkurin atkvøtt fyri at hækka blokkstuðulin úr Danmark, í 2011, 2012, 2013 og 2014.

Fýra ferðir hevur Fólkaflokkurin atkvøtt ímóti at søkja limaskap í EFTA, í 2006, 2007, 2009 og 2015. Í 2015 atkvøddi flokkurin eisini ímóti at søkja limaskap í WTO.

Seks ferðir hevur Fólkaflokkurin atkvøtt ímóti at taka yvir útlendingamálini, í 2006, 2007, 2009, 2012, 2014 og 2015.

Og so tað ringasta: Sjey ferðir hevur Fólkaflokkurin atkvøtt ímóti at taka av nyttuleysu uttanríkispolitisku heimildarlógina, í 2006, 2009, 2010, 2011, 2012, 2014 og 2015.

Fólkaflokkurin atkvøddi eisini fyri ES-avlurtingarpakkanum, sum tekur privata frælsið frá øllum borgarum í Føroyum, og hann atkvøddi í 2006 ímóti, at Føroyar boðaðu ST frá, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti.

Fólkaflokkurin kann vera dynamiskur, men hann er tað tíverri ikki í sjálvstýrismálum. Tað er ómetaliga lítið eftir av tí tjóðskaparpolitikki, sum flokkurin stóð fyri á døgum Tórstein Petersens. Hósdagin eigur flokkurin tí at fáa oyrafikuna frá tjóðskaparhugaðum fólkafloksveljarum, sum meina tað í álvara, at teir vilja ganga sjálvstýrisvegin.

Veljið eina greiða tjóðskaparrødd hósdagin.

Magni Arge