Las í fjør eina av mongu stuttligu bloggunum hjá Gunn Weihe Reinert, og tað er eisini higani íblásturin til hesa klummu stavar. Hon hugleiddi tá um danska orðið ‘snue’, sum hon helt vantaði á føroyskum. Orðið, sum hevur týdningin: ‘tá liggur man og puttar seg undir dýnuni og tímir ikki at fara upp’, sum Gunn tók til. At ‘snue’ ber snøgt sagt ikki til á føroyskum. Sama er galdandi fyri orðið ‘nusse’. Í Danmark kunnu tvey fólk gott ‘nussa’. Tað ber ikki til á føroyskum. Sambært orðabókini kann man fjasast, men tað er ikki ordiliga tað sama. Smáputl er eitt annað uppskot, men tað haldi eg, vit kunnu avskriva við tað sama.
Jú, rætt er tað, at nøkur av hesum hugnaligu og fjálgu orðunum vanta í føroyska málinum. Spurningurin er so, um tað er nakar trupulleiki? Tað meti eg, sum ordiligt føroyskt mannfólk, at tað er tað absolutt ikki! Tí eg skal pínadoy ikki ‘snua’. Nei, tá eg sovi, so sovi eg til eg vakni og fari upp. Restin er rein tíðarspilla! Og ‘nussa’? Gud forbarmi seg! Hatta kunnu donsku mannfólkini taka sær av. Skal eg partú vera kerligur, so gev mær ein koss ella tað, sum betur er! Tí at sova, tað kann eg fyrihalda meg til. Og ein kossur, tað veit eg, hvat er fyri nakað. Eg og onnur ordilig føroysk mannfólk.
Og so hava vit eisini nakað, sum danskir menn, og danir í heila tikið, ikki hava. Vit hava andsperr! Tað ber nevniliga ikki til á donskum, andsperr. Nei, danir hava ‘ømme muskler’. Jesus kristus altso! Hvat er tað fyri nakað? Gev mær andsperr í langar banar, so kunnu danir hava eymar vøddar – og ‘snua’ og ‘nussa’ fyri rest. Hart og kontant!