Tað gongur sjón fyri søgn, at føroyskir politikarar ganga og vevja í tí sama alla tíðina. Hóast ríkisrættarliga støðan er nógv broytt farnu 100 árini, so fyllir málið ov nógv - serliga tí, at tveir flokkar hava hetta eina málið sum fremsta stevnumið. Tó tykist, at aktuella málið um stjórnarskipanaruppskotið er tað frægasta, sum semja kann fáast um, so her er kanska loysnin, sum kann gera upp við yvir 100 ára gamla stríðsmálið, sum hevur sett so nógvar kílar í føroysan partapolitikk.
Tað eru nú meira enn 10 ár síðani, at Fólkaflokkurin avlýsti fólkaatkvøðuna um fullveldi, sum skuldi vera 26. mai í 2000 – og seinni kollsigldi fullveldisætlanin hjá Tjóðveldinum, sum harvið er parkerað.
Men vit eiga at koma víðari, og tí hevði ein fólkaatkvøða heilt vist verið áhugaverd – ein fólkaatkvøða, sum kundi greitt ríkisrættarliga politikkin - og sum kundi fingið flokkar at samstarvað, sum ikki hava kunnað tað, tí stjórnarskipanarmálið hevur fylt alt ov nógv.
Um so er, at fólkið ynskir, at skilnaður skal verða millum Føroyar og Danmark, so er at gera tað. Og um so, at fólkið ynskir at varðveita ríkisfelagsskapin - ella at »innlima okkum í ríkisfelagsskapin«, sum loysingarfólk plaga at siga, so gera vit tað – ella fólkið ynskir eina loysn harímillum, so gera vit tað.
Tí tað kann bara gagna føroyska samfelagnum, um vit koma víðari – og fáa valt fólk á ting – úr øllum flokkum – sum veruliga ynskja at skapa okkum eitt betri samfelag. Politikararnir skylda okkum at greiða hetta yvir 100 ára gamla stríðið. Og tað má gerast við eini millumloysn, tí fólkið vil ikki hava fullveldi, og fólkið vil ikki aftur í amtstíðina. Tí má loysnin vera ein millumloysn, og hon skal finnast.
Eitt eiga vit øll at minnast til, at politikarar eru fólksins tænarar – ikki øvugt!