Geva avboð til HM í manshondbólti vegna korona-vandan

Niclas Ek­berg og Lin­us Arnes­son geva avboð til svenska landsliðið, ið skal kappast í HM-endaspælinum í Egyptalandi í januar

Niclas Ek­berg og Lin­us Arnes­son óttast korona-vandan, og tí hava teir givið avboð til svenska landsliðshópin, ið skal kappast í HM-endaspælinum í Egyptalandi.

HM í manshondbólti skal eftir ætlan avgreiðast í Egyptalandi millum 13. og 31. januar.

Svøríki er í innleiðandi bólki saman við Kekkia, Chile og vertslandinum, Egyptaland.

Svenski landsliðsvenjarin, Glenn Solberg, hevur fingið fleiri onnur avboð eisini, og tí má hann ferðast til Egyptalands við níggju spælarum, ið aldrin áður hava kappast í einum HM- ella EM-endaspæli í vaksnamannahondbólti.

Ísland, Noreg og Danmark skulu eisini kappast í HM-endaspælinum í Egyptalandi, so norðurlond eru væl umboðað í HM-endaspælinum. 

Áðrenn svenska landsliðið ferðast til HM-endaspælið í Egyptalandi skulu sviar spæla tveir EM-undankappingardystir móti Montenegro.