Geva eingi undantøk

Um tað stendur um lív og heilsu, so er tað trupulleikin hjá Fíggjarmálaráðnum, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum.

Føroya Pedagogfelag hevur als onga ætlanir um at geva nøkur undantøk, nú felagið hevur lýst verkfall at umfata allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. Tað slær Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag fast í dag.


Við in.fo í morgun sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, at tey í løtuni arbeiða við einari umsókn um undantaksloyvi til at hava nakrar pedagogar til arbeiðis, hóast verkfall er. Hetta fyri at tryggja, at lív og heilsa hjá búfólkum ikki er í vanda.


Les eisini: Royna at tryggja lív og heilsu hjá búfólkum


Útlitini fyri at ein slík umsókn verður góðkend tykist tó ikki at vera serliga góð. Jógvan Philbrow sigur, at sum nú er, so eru eingin undantøk í gildið, og at tað neyvan broytist.


- Vit hava onga avtalu um undantøk og í løtuni sær tað ikki út sum, at tað er nakað grundarlag at geva undantøk á, sigur Jógvan Philbrow.


Spurdur beinleiðis, um tað ikki verður broytt, um talan er um lív og heilsu hjá starvsfólkum, sendir formaðurin í Pedagogfelagnum ábyrgdina víðari.


- Útgangsstøðið er, at vit ætla okkum ikki at geva nøkur undantøk. Tað er trupulleikin hjá Fíggjarmálaráðnum at fáa tað at hanga saman, er stutta svarið frá Jógvani Philbrow.