Gevaralondini svíkja tey afghansku børnini

Alt fleiri børn í Afghanistan líða av, at tey hava ov lítið til matna. Felagsskapurin Læknar uttan landamark sigur, at í dag doyggja tvær ferðir so nógv afghansk børn sum fyri einum hálvum ári síðani

Felagsskapurin Læknar uttan landamark, sum hevur vunnið viðurkenning víða um heimin fyri arbeiði sítt við neyðstøddum, rópar nú varskó um viðurskiftini hjá børnunum í Afghanistan. Felagsskapurin sigur, at tey, sum búgva har norðuri í landinum, fáa ikki ta matvøruhjálp, sum teimum er lovað.
- Tað er onkur, sum svíkir, stendur í einari nýggjari frágreiðing hjá felagsskapinum, har viðurskiftini hjá teimum mongu neyðstøddu verða lýst sum sera álvarssom.
Í frágreiðingini stendur, at felagsskapurin ferð eftir ferð hevur kunnað tey sonevndu gevaralondini og altjóða hjálparfelagsskapir um, at flutningurin av matvørunum í Afghanistan virkar ikki eftir ætlan.
- Vit hava ferð eftir ferð staðfest, at nógv børn hava alt ov lítið til matna, og vit hava tí biðið londini og felagsskapirnar útvega okkum mat, so vit sjálvir kunnu hjálpa teimum neyðstøddu. Men enn hava vit bara fingið ella rættari sagt fingið lyfti um hjálp, men als ikki tað, sum vit hava biðið um, og sum er neyðugt, sigur MSF í frágreiðingini.
Selja alt fyri mat
Næstformaðurin í norsku deildini hjá MSF, Atle Frettheim, segði í síðstu viku, at felagsskapurin leggur ikki nakað einstakt land ella nakran einstakan felagsskap undir at hava misrøkt sína uppgávu. Men hinvegin er tað greitt, at gevaralondini hava ikki givið Afghanistan ta hjálp, sum tey hava lovað, sigur hann.
Tað er Heimsins Matvøruætlan, sum hevur høvuðsábyrgdina av, at tær matvørurnar, sum koma til Afghanistan, verða fluttar hagar, sum tørvur er á teimum. Atle Frettheim sigur, at Læknar uttan landamark hava heitt á stovnin um at skipa arbeiðið betur.
Í sambandi við ta nýggju frágreiðingina hava umboð hjá MSF tosað við 1.290 húski í einari flóttafólkalegu í landspartinum Faryab, sum er har norðuri í Afghanistan tætt við markið til Turkmenistan. Tey flestu hava greitt læknunum frá, at tey eru í svárari neyð, og at tey hava selt alt, sum tey áttu, fyri at fáa pengar til mat. Tá læknarnir spurdu, hví tey vóru komin til flóttafólkaleguna, svaraðu fólk, at tey høvdu ikki annað í at velja, tí har tey búðu, var eingin matur at fáa.
Í frágreiðingini hjá Læknum uttan landamark stendur, at í dag eru fleiri børn í flóttafólkaleguni enn undan álopinum í USA tann 11. september í fjør. Í meðal koma umleið 30 børn afturat til flóttafólkaleguna um dagin, og sætta hvørt barn hevur týðiliga fingið ov lítið til matna.
- Hvønn dag rýma fólk frá húsi og heimi at leita sær eftir onkrum at eta. Síðst í november vóru umleið 15.000 fólk í flóttafólkaleguni við turkmeniska markið. Í dag eru tey 23.000, stendur í frágreiðingini hjá Læknum uttan landamark.
Nógvir trupulleikar
Noreg hevur ein leiðandi lut í hjálpararbeiðinum í Afghanistan, og talsmaðurin hjá norska uttanríkisráðnum, Karsten Kleppsvik, ásannar, at alt hevur ikki gingið eftir ætlan.
- Í veruleikanum kemur nóg mikið av mati til Afghanistan, men trupulleikin er at fáa matin til teirra, sum skulu hava hann, sigur Karsten Kleppsvik. Hann sigur, at Noreg og hini gevaralondini eru greið yvir, at stórt trot er á matvørum nógvastaðni í Afghanistan, men hjálparliðini hava tann trupulleika, at ferðasambandið er nógv darvað av vetrinum, og harafturat er tað minni enn so líka trygt at ferðast allastaðni í landinum.
Seinastu tíðina hava tey, sum skipa fyri matvøruflutninginum, tosað um at nýta aðrar flutningshættir enn teir vanligu og at fáa teir afghansku myndugleikarnar at veita sær hjálp. Men her er tað eisini ein trupulleiki, at myndugleikarnir í Kabul hava ikki nóg gott eftirlit við øllum landinum, og at tað nógvastaðni eu teir sonevndu krígsharrarnir, sum hava tað veruliga valdið.
Og tað eru minni enn so allir teirra, sum hava líka stóran áhuga í, hvussu tað vanliga fólkið og allarminst børnini hava tað.