» Hetta er ein sorgblíður dagur. Vit hesum haldi heiðra vit tykkum, sum hesi bæði lærarafólkini, ið tey síðstu mongu árini hava myndað skúlan í Nólsoy og blást lív í mentanarlívið í her úti við sjónleiki og tónleiki. Tykkara dagliga gongd hevur verið her niðan í skúlan og soleiðis týdningarmikla uppgávan at kveikja áhuga fyri læring og menning í ungar barnasálir. Tit hava nomið tykkum íbáslur í altjóða rákið og nýtt henda bygdaskúlan mitt úti í havinum sum eina verkætlan at nútímansgera føroyskan skúlaskap og harvið verið undangongufólk«.
Soleiðis byrjaði forkvinnan í skúlastýrinum, Joan Sørinardóttir, sína røðu á móttøkuni, sum var fyri teimum báðum, Gunnvør og Hilmar Joensen, í skúlanum í Nólsoy í gjár.
Og rætt er. Tey bæði hava myndað, ikki bara skúlan, men alt mentanarlívið í Nólsoy seinastu 23 árini.
Og tað var upprunaliga ikki ætlanin. Tey bæði røktu annars lærarastørv niðri í Danmark, men tá tey í 1984 vóru heima í Føroyum á vitjan, róði Hilmar hart upp undir, at tey skuldu flyta heim at verða lærarar, og tað skuldi vera úti í Nólsoy, um høvið beyðst.
- Eg játtaði at enda at vit kundu geva hesari roynd tvey ár, og so skuldu vit fara víðari, men tað endaði altso við 23 árum í Nólsoyar skúla, segði Gunnvør Joensen, fráfarandi skúlastjóri, í takkarrøðu síni.
Nýskapan
Tey komu so til Nólsoyar í 1985, tá fyrstilærarin, sum tað tá æt, var vorðin sjúkur og harvið var starv leyst at søkja. Hilmar fekk starvið. Gunnvør var so ársvikarur fyrsta árið og tímalærari annað árið, áðrenn hon fekk fast starv.
Í 1996 fór táverandi skúlastjórin frá, og Gunnvør tók við.
»Bæði hava tit saman við skúlanum skipað fyri einastandandi tiltøkum – reinum show´um – sum føstulávintshaldinum og jólahaldinum, har tit hepnisliga hava dugað at inndrigið alla bygdina, og hugnemandi tiltøkum, sum morgurløtuna og próvhandanina hjá 9. flokki. Tá vit skoða rundan um okkum her, so er tað ein gamal skúli, sum vit síggja, men tit hava megnað at fylt henda skúla við anda og skapandi virksemi við næmingunum í miðdepli«, segði Joan Sørinardóttir í røðu síni.
Og satt er.
- Tað vóru mong, sum undraðust og kanska ilskaðust, tá vit byrjaðu at strika fakini á tímatalvuni, og fóru at arbeiða meiri í verkætlanum og temaum. Men í dag arbeiða allir skúlar á henda hátt, so tíðin hevur víst, at vit gjørdu rætt, segði Gunnvør Joensen.
Nólsoyar skúli var sostatt fyrsti skúli í landinum, sum byrjaði við verkætlanum og temadøgum og –vikum.
Serliga kreativur var skúlin tey árini, Sharon Weiss starvaðist sum lærari í Nólsoy, og vóru nógvir alternativir undirvísingarhættir nýttir.
Nú byrjar so ein nýggj tíð í Nólsoyar skúla við nýggjum skúlastjóra. Men sjálvt um tað uttan iva verður saknur í teimum í skúlanum, fara nólsoyingar annars framhaldandi at njóta gott av læraraparinum Gunnvør og Hilmar Joensen.