Gevið føroyingum altjóða rættartrygd

Tíðargrein:

Niels Uni Dam

Cand. comm við heimsspeki sum hjágrein.

Hevur serliga fingist við rættarheimspeki og skrivað serritgerð um varðhaldsfongsul

 

____________________________________________________

 

 

Gevið føroyingum altjóða rættartrygd

 

Við donsku lóggávuni eru føroyingar partur av einari skipan, ið árliga sendir fleiri hundrað ósek í geglið. Nú Føroyar standa á gáttini til egna rættarskipan, eiga vit at hugsa um altjóða rættartrygd og mannarættindi, tá rætta rættarskipanin skal finnast.

 

 

Stóra smuglaramálið, sum í fyri kortum varð avgreitt í Føroya Rætti, hevur sett fokus á varðhaldsfongsling og avbyrging av fangum. Í hesum yvirtøkutíðum við ætlanum um yvirtøku av rættarskipanini er hetta fokus sera viðkomandi. Við donsku lóggávuni eru føroyingar partur av einari skipan, ið hevur fingið nógvar atfinningar frá mannarættindafelagsskapum. Ein skipan, ið árliga sendir fleiri hundrað ósek í geglið.

Tá tú verður varðhaldsfongslaður, er mannagondin í stuttum hendan: Verður tú handtikin av løgregluni, skalt tú, áðrenn eitt døgn er fráliðið, fyri ein dómara í grundlógaravhoyring. Dómarin kann í grundlógaravhoyringini leingja handtøkuna í upp til tríggjar dagar, men bert um løgreglan metir, at hon innan tríggjar dagar fær til vega nóg nógv prógv, til at fáa teg varðhaldsfongslaðan. Tá henda freist er fráliðin, skal dómarin aftur taka støðu til, um tú skalt varðhaldsfongslast. Hetta verður gjørt á einum rættarfundi, og uttan nakra veruliga dómsviðgerð. Á sama rættarfundi verður avgerð tikin, um tú skalt sita avbyrgdur ella í vanligum kliva.

 

Ósekur í geglið

Nú smuglaramálið er farið afturum, og ungi íslendingurin er dømdur sjey ára fongsul, er lætt at skumpa burt spurningin um varðhaldsfongsul og fongsul í avbyrging. Men tað er neyðugt, at vit halda fokus á henda spurning, soleiðis, at vit í einari føroyskari rættargangslóg ikki enda í somu suggu, sum danir eru endaðir í. Neyðugt er at minnast til, at ein og hvør er ósekur, til rætturin hevur dømt hann sekan. Hetta var eisini galdandi fyri unga íslendingin, heilt til hann varð dømdur.

 

Manglandi hagtøl

Danir hava søguliga ikki ført hagtøl yvir nýtsluna av varðhaldsfongsling og avbyrging, og tá eg arbeiddi við míni serritgerð í 2001 vóru eingi almenn hagtøl hesum viðvíkjandi. Eg eri ikki greiður yvir um tílík tøl finnast nú. Einastu hagtøl, eg hevði at halda meg til, var stóra kanningin hjá danska granskaranum og journalistinum Preben Wilhjelm, sum kannaði allar varðhaldsfongslingar í tíðarskeiðinum 1976-85. Henda kanning vísti skelkandi úrslit: Av teimum um 5000 fólkunum, ið vóru varðhaldsfongslaði árliga, vóru heili 12%, tað eru 600 fólk, fullkomiliga fríkend. Altso 600 ósekir danir vóru varðhaldfongslaðir av órøttum. Eftir at Danmark í samstarvi við USA fór í kríggj móti yvirgangi, fekk dómsvaldi og løgreglan víðkaðar heimildir, tí er eingin orsøk til at halda, at talið av fólki í varðhaldsfongsli er fallið. Tað eru heldur ikki hendar nakrar víðgongdar broytingar í mannagongdunum, tá fólk verða varðhaldsfongslað, tí er eingin orsøk at halda, at feilprosentið er lægrið, enn tá kanningin varð gjørd.

 

Rættur til verju

Eitt rættarsamfelag hevur ábyrgd at verja sínar borgarar móti ágangi, og serliga móti ágangi frá sjálvum samfelagnum. Tí er varðhaldsfongsul ein neyðloysn, ið bert eigur at verða nýtt, tá hetta er alneyðugt, t.d. tá vandi er fyri, at tann ákærdi flýggjar, fremur onnur brotsverk ella kann órógva kanningararbeiðið. Her er talan um at seta ein juridiskt ósekan í varðhald, og hetta er altíð álvarsamt.

Í smuglaramálinum sat ungi íslendingurin 170 dagar varðhaldsfongslaður í avbyrging, og hetta hevur fingið sinnini í kók í Íslandi. Hetta er sjálvandi væl skilligt. Jú, gamaní maðurin er nú funnin sekur, og lætt er tí at gloyma, at hann juridiskt var ósekur, meðan málið var fyri. Men tað var hann, og tað eru øll, sum verða varðhaldsfongslað, og ein avbyrging í 170 dagar er ein øgilig revsing, serliga tá talan er um ósek fólk.

 

Heimsmet í avbyrging

Í donskum høpi er hetta tó ikki ein óvanliga lang avbyrging. Hópur av dømum eru um fólk, ið hava fingið álvarslig sálarlig mein av at sita avbyrgd í longri tíðarskeið.

Danmark hevur fingið hvassar atfinningar fyri nýtsluna av avbyrging, og hetta hevur síðan miðskeiðis í sjeytiárunum havt við sær støðugar tillagingar av lóggávuni á økinum. Tó uttan at veruligi trupulleikin er loystur. Enn kemur fyri, at fólk sita yvir eitt ár í avbyrging. Tær broytingar, ið eru hendar í lóggávuni, hava sum heild havt við sær, at talið av stuttum avbyrgingum er fallið, meðan talið av longri avbyrgingum er hækkað. Tað eru longru avbyrgingarnar, ið hava mest skaðiligu árini.

Danmark er sum sagt tiltikið fyri langar avbyrgingar. Í Evropa eru fleiri lond, ið als ikki brúka avbyrging í samband við varðhaldsfongsul, meðan onnur lond bert nýta avbyrging í heilt serligum førum. Eitt nú í Týsklandi verður avbyrging bert brúkt í samband við yvirgangsvirksemi. Tað er bert í Danmark, Noregi og Svøríki, at møguleiki er fyri óavmarkaðari avbyrging. Ísland hevur áður havt henda møguleika, men eg skilji á føroyskum miðlum, at hetta er broytt. Føroyar og Grønland eru undir danskari lóg, so hjá okkum er støðan sum í Danmark, og vit gerast automatiskt partur av danska heimsmetinum í nýtslu av avbyrging.

Tað er merkisvert, at man í einum rættarsamfelagið sum tí danska kann liva við einum somikið ótespiligum heimsmeti, serliga tá hetta tal verður hildið upp ímóti tí høga tali av ósekum, ið verða varðhaldsfongslað. Men mín áheitan á føroyska lóggávuvaldið má vera, at vit sleppa okkum burtur úr hesi ótespiligu skipan og tillaga okkara rættargangslóg til altjóða lóggávu og mannarættindi.