Gevið flat-tax'inum ein kjans

Øll eru vit helst á einum máli um, at marg­in­al­skatt­ur­in er alt ov høg­ur. Men einki verð­ur gjørt við tað. Tí var tað á­hug­a­vert, nú Bjarni Djur­holm legði fram upp­skot vegna Fólk­a­flokk­in um tað, sum tey nevna eina »flat-tax skip­an«.

Prinsippið í uppskotinum er, at øll gjalda sama pro­sents­ats í skatti, eitt nú 40%, og at ein fast­ur botn­frád­rátt­ur er fyri øll, til døm­is upp á 60.000 krón­ur.

Well. Ein og hvør kann rokna út, at um margin­al­skatt­ur­in ong­an­tíð verð­ur meira enn 40 prosent, so verð­ur al­tíð meira eftir til egnan lumma enn til lands­kass­an, tá nakrar krónur eyka verða forvunnar.

Men í tíðindaskrivi sápl­ar Javn­að­ar­flokk­urin upp­skot­ið nið­ur. Hví tað, kunnu vit spyrja. Tað er ikki tí, at flokk­ur­in hevur eitt betri boð. Men flokk­ur­in dug­­ir væl at greiða frá, hvørji neg­a­tiv motiv Fólka­flokk­ur­in (all­ar­helst) hev­ur – »at bank­a­­stjór­­ar skulu hava skatt­a­lætta upp á 200.000 krón­ur« og bla bla bla...

Mót­upp­skot­ið er, at »Javn­að­­a­r­­flokk­ur­in fer í næs­t­­um at koma við einum út­­spæli«...

– Altso álvaratos tit javn­að­ar­fólk. Tit hava sitið við fíggj­ar­mál­um hetta val­skeið­ið. Hava tit virkuliga einki fræg­ari boð upp­á, hvussu vit kunnu stimbra fólk gjøgn­um skatta­skip­an­ina at ar­beiða meira og at for­vinna meira, enn at sápla eitt and­støðu­upp­skot niður?

Onk­un­tíð er besta at tiga.

Velj­arin er ikki skítbýttur. »At koma við einum útspæli í næst­um« er ikki serliga seks­ut beint upp undir val.