Gevið kroppinum eitt vikuskifti

   

Putte Hassenkam, avspenningspetagogur, kemur til Føroya, at halda eitt skeið fyri fimleikalærarum, fitnessinstruktørum og øðrum við serligum áhuga fyri at nýta tónleik til fimleik og avspenning.
Skeiðið verður hildið í Hoyvíkar skúla leygardagin 20 september kl. 13-17 og sunnudagin 21 september kl. 13.30 - 17.30
Margretha Hassenkam, kallað "Putten", er hálvur sørvingur, og hevur verið fimleika instruktørur í 30 ár í Danmark. Hon er ótrúlig sigst.
Hon kemur til Føroya at halda skeið í "bevægelse og afspænding". Skeiðið er inspiratións-skeið ætlað fitnessinstruktørum, fimleikalærarum og kvinnum, ið hava serligan áhuga at mýkja kroppin.
Luttakaratalið er avmarkað til í mesta lagi 16 luttakarar. Kostnaður kr. 750,00
Tilmelding: [email protected] ella á tlf. 316369 ella 216369 eftir kl. 16