info
Ongi úrslit

Gevið ikki russum fleiri undantaksloyvi at órógva føroyingar

Opin áheitan og áminning til Fiskimálaráðið, landsstýrið og uttanlandsnevndina í sambandi við møguligar sáttmálasamráðingar við Russland.

Felagið Heimafriður
7. november 2022 kl. 07:32

Nú støða skal takast um Føroyar skulu fara til fiskivinnusamráðingar við Russland, er umráðandi, at okkara fólkavaldu eru upplýst til fullnar fyri at kunna taka røttu avgerðina fyri Føroyar.

Vit koma ikki uttanum, at russiska virksemið við føroyskan bryggjukant er stórsta orsøkin til, at borgarar í Føroyum ikki fáa heimafrið. Og veruleikin er, at Føroyar sjálvar, við galdandi fiskivinnusáttmála við serloyvum, loyva hesum óúthaldiliga larmandi virksemi.

Í galdandi fiskivinnusáttmála við russar verður givið undantaksloyvi, sum víkur frá føroyskari sjófeingislóg. Undantaksloyvi loyvir russum at umskipa við bryggjur í Føroyum, sum annars ikki er loyvt. Tí sambært „løgtingslóg nr. 152 § 26, stk.1 (Sjófeingislógin)“, er bannað førum undir fremmandum flaggi at fáast við at umskipa veiðu, uppskipa veiðu, virka umborð, pakka ella á annan hátt handfara veiðu ella úrdrátt úr veiðu, umskipa útgerð ella ankra við tí í hyggju at taka lut í umskiping av veiðu ella taka inn útgerð.

Men við heimild í „Kunngerð nr. 191 frá 22. desember 2021 um skipan av fiskiskapinum hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2022, § 30 stk. 2“, kann Vørn loyva umskiping við bryggju í føroyskari havn, samsvarandi galdandi NEAFC-reglum hesum viðvíkjandi.

Føroyar geva sostatt russum serloyvi til at umskipa við føroyskar havnir. Júst hetta serloyvið hevur álvarsamar avleiðingar fyri føroyingar. Russisku skipini halda nevnliga óvanliga nógvan gang, og fleiri av frystiskipunum, sum verður umskipað til, larma eisini langt yvir øll mørk.

Fyrr í ár almannakunngjørdi Heimafriður eina kanning hjá felagnum, sum avdúkaði eina týðiliga mynd av, hvat virksemi er atvoldin til flestu amparnar av larmi. Kanningin vísur nevnliga, at 76 % av øllum klagum, vóru vegna umskiping av russiskum skipum, við føroyskar havnir, í tíðarskeiðinum 1. januar 2021 til 31.mars 2022.

  • 55 % av samlaðu ljóðmátingunum í tíðarskeiðinum eru av skipum undir russiskum flaggi.
  • 21 % eru skip undir “øðrum flaggi”. Hyggja vit nærri at hesum bólki av skipum, er talan oftast um frystiskip, sum taka móti fiski frá russisku fiskiskipunum.  Tískil roknar felagið hesi skip at vera partur av serliga russiska virkseminum við føroyskar havnir.
  • Áleið 10 % av bólkinum “onnur skip”, eru onnur útlendsk skip, sum ikki er tengd at russiska undantaksloyvinum at umskipa við bryggju
  • 14 % eru føroysk skip.

Myndin er ikki tøk

Niðurstøðan er, at russisku skipini og tilknýtta virksemið til umskiping við føroyskar havnir, og harvið undantaksloyvi Føroyar geva russum, hevur stórar avleiðingar fyri fólk, sum búgva nærendis ávísum havnum í Føroyum. Hóast kanningin tekur útgangstøði í umstøðunum á Signabø, er myndin nakað tað sama í hinum stóru havnunum í Føroyum, undantikið í Tórshavn.
Felagið Heimafriður heitir tí á Fiskimálaráðið, landsstýrið, og nú eisini uttanlandsnevndina, um at taka alt tað við til umhugsanar, sum hevur við tað almannagagnliga í einum samstarvi millum Føroyar og Rusland at gera. Trivnaðurin og heimafriðurin hjá fólki í Føroyum eigur eisini at takast við til umráðingar, so tað ikki framhaldandi verða givin undantaksloyvi til slíkt heilsuskaðiligt virksemi.  

 

Felagið Heimafriður

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

Í gjár kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

BK Häcken vann risastóran sigur á heimavølli

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Gunnar Vatnhamar er klárur til 90 minuttir aftrat

1 tími síðan
Tíðindi

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

2 tímar síðan
Fótbóltur

Højlund tryggjaði Danmark týðandi sigur

2 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu krevur trygd­ar­kann­ing eftir álop í flogfari

3 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV tapti stórt men liggur enn til at vinna bronsu

3 tímar síðan
Tíðindi

USA tekur øll síni bumbuflogfør heim av flogstøð í Bretlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Koyrdi ávirkaður og uttan koyrikort

3 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark vann og Noreg tapti

4 tímar síðan
Tíðindi

Trý val­evni á odda í Bosnia-Herse­govina

4 tímar síðan
Hondbóltur

Rannvá Olsen og liðfelagarnir koppaðu oddaliðnum

5 tímar síðan
Tíðindi

Maður breyt knæið eftir bardaga

5 tímar síðan