Gevið okkum handan pallin

Har stendur ein politiskur pallur, ein talarastólur, og hann vil eg hava. Tí annars fer ein sambandsmaður avstað við honum.

 

Tí stilli eg upp til fólkatingsvalið 1. November fyri Tjóðveldi.

 

Og tí fólkatingssessurin kann brúkast í okkara stríði fyri føroyskum sjálvbjargni og at vinna okkum fult frælsi á øllum økjum – at fáa flutt ræði á føroyskum viðurskiftum heim til Føroya og forða fyri, at vald og avgerðarrættur, sum vit longu hava vunnið okkum, verða flutt aftur til Danmarkar, sum vit tíverri síggja fleiri dømi um nú.

 

Vit tjóðveldisfólk skulu royna, tað vit eru ment, at sleppa til orðanna allastaðni, har høvið býðst, og framat allastaðni, har tað ber til at arbeiða fyri okkara stevnu, sum er at taka fulla ábyrgd av okkara tjóð og øllum okkara viðurskiftum, innanhýsis eins væl og við umheimin.

 

Tað verður Føroya fólk, sum upp á tann eina dag skal taka endaliga stigið at skipa føroyska fullveldið. Tann avgerðin skal takast her og ikki á Fólkatingi ella nakra aðrastaðni.

 

Men teir báðir sessirnir, sum danska yvirvaldið í sínari grundlóg hevur gjørt av skulu mannast við føroyingum, eru kortini hent amboð í stríðnum at røkka málinum, um vit sleppa at manna teir – ella í hvussu er annan teirra.

 

Tað eru teir, so leingi tað danska Fólkatingið og danska stjórnin hava myndugleika at taka avgerðir at galda fyri Føroyar og fólkið, her býr.

 

Samstundis eru sessirnir ógvuliga vandamikil amboð í hondunum á fólki, sum vilja binda okkum fastari at Danmark – júst soleiðis, sum vit hava sæð tað hetta fólkatingsvalskeiðið, sum endar valdagin 1. november.

 

Týdningurin av, at í minsta lagi annar sessurin er mannaður av fólki, ið hevur føroyskt sjálvbjargni og tjóðarfrælsi sum evsta mál, kann tí ikki yvirmetast.