Gevið Visit Faroe Island pengarnar aftur

– Tað er sera óheppið, at meðan myndugleikarnir siga seg arbeiða við eini loysn upp á gongd í haga. so verður almennur peningur játtaður til privatar aktørar at menna eina skipan, áðrenn ein niðurstøða fyriliggur um, hvussu gongd í haga skal skipast.

Henny á Líknargøtu, nevndarformaður og sølu og marknaðarstjóri á Smyril Line

Tað sigur Ferðavinnufelagið í skrivi til fíggjarnevndina hjá Løgtinginum, nú fíggjarnevndin ætlar at taka 500.000 krónur Visit Faroe Islands og flyta tær til privatu aktørarnar.

 

Vit í Ferðavinnufelagnum harmast almikið um, at Løgtingið hevur ætlanir um at lækka játtanina til Visit

 

Faroe Islands við 500.000 tkr. og flyta hesa játtan til Bóndafelagið og Føroya Óðalsfelag. Limirnir í Bóndafelagnum og Føroya Óðalsfelag eru privatir vinnuligir aktørar eins og limirnir í ferðavinnufelagnum eru. Tað er fyri okkum sera løgið, at eitt slíkt felag kann koma at fíggjarlógina. 

 

Tað, ið er enn meira óheppið, er, at játtanin verður tikin frá almenna Visit Faroe Islands, ið júst arbeiðir við sølu, marknarðarføring og menning av ferðavinnuni. Hetta hendir samstundis, sum londini rundan um okkum játta væl meira pening til almennu Visit feløgini, og har land, kommunur og vinnan standa saman um ferðavinnuna fyri at tryggja, at ferðavinnan skal koma nøkulunda heilskapað út í hinum endanum.  

 

Seinastu tvey árini hevur tað verið sera trupult hjá vinnuni at fóta sær og at skerja játtanina til Visit

 

Faroe Islands í hesum torføru tíðum, har Korona framvegis herjar, er bara steinur omaná byrðu. Visit Faroe Islands er ein av grundarsteinunum undir okkara vinnu, og øll ferðavinnan stuðlar Visit Faroe Islands í teirra arbeiði.  

 

Ferðavinnan telist millum størstu vinnurnar í Føroyum. Í 2019 vóru 715 ársverk í ferðavinnuni, í 2020 vóru 438 vegna Korona, annars hevur talið av starvsfólkum í ferðavinnuni verið støðugt vaksandi síðani 2013. Væntandi eru vit øll samd um, at ferðavinnan framhaldandi skal mennast og styrkjast, soleiðis at hon kann kasta enn meira pening av sær kring alt landið.

 

Gongd í haga:

 

Bóndafelagið og Føroya Óðalsfelag hava søkt um hesar 500.000 kr. til menning av egnari fráboðarskipan.  Tað er sera óheppið, at meðan myndugleikarnir siga seg arbeiða við eini loysn uppá gongd í haga, so verður almennur peningur játtaður til privatar aktørar at menna eina skipan, áðrenn ein niðurstøða fyriliggur um, hvussu gongd í haga skal skipast. At loysa málið um gongd í haga er sera umráðandi, og játtanin til hesa skipanina kemur óivað bara at gera tað enn verri at finna bestu loysnina uppá málið um gongd í haga.

 

Vónandi dugir Fíggjarnevndin at síggja álvaran. Tað er okkara áheitan, at Visit Faroe Islands í minsta lagi varðveitir sína játtan, soleiðis sum hon hevur verið seinastu árini, og at tær 500.000 kr. tískil vera fluttar aftur á kontuna hjá Visit Faroe Islands, og at arbeiðið við at finna skilabestu loysnina fyri gongd í haga skal finnast áðrenn, at man mennir aðrar privatar skipanir fyri almennar pengar, ið gera hetta málið enn meira torført at loysa.  

 

Vegna nevndina í Ferðavinnufelagnum:   

 

Henny á Líknargøtu, nevndarformaður og sølu og marknaðarstjóri á Smyril Line

 

Árni Olsen, næstformaður og sølu og marknaðarleiðari á Atlantic Airways

 

Aleth Nielsen, nevndarlimur og revenue manager á Hotel Føroyum

 

Sakaris Frederiksen, nevndarlimur og stjóri á Fonn Flog

 

Hans Jákup Kollslíð, nevndarlimur og stjóri á HK Bussum Mimmi Vágshey, tiltakslimur og stjóri á Kafé Fríðu

 

 

 

Henny á Líknargøtu, nevndarformaður og sølu og marknaðarstjóri á Smyril Line