Gevist at tosa um kreppu í Føroyum

Gunnar Justinussen er ein av fleiri føroyskum vinnulívsmonnum í Íslandi, og hann er ikki í iva um, at kreppan fer at raka Ísland hart. Men hann fílist samstundis at teimum røddum, sum ávara um føroyska búskapin. – Í Føroyum er eingin kreppa, sigur hann

Reykjavík: Tað eru nú eini sjey ár síðani Gunnar Justinussen byrjaði sítt virksemi í Íslandi. Hann selur dekk og felgur, og hevur trý dekkverkstøð í Íslandi, tvey í Hafnafirði og eitt í Reykjavík. Men hóast brúksvørður oftast verða raktar fyrst í einari kreppu, hevur Gunnar Justinussen ikki merkt kreppuna so harða higartil.

- Vit merkja tað ikki so nógv á nýtslumynstrinum higartil, sum eg hevði roknað við, men vit merkja kortini, at fólk hugsa meiri um prís. Á nýtslumynstrinum merkja vit ikki tann stóra munin enn, men hann fer at koma, sigur Gunnar Justinussen.

Eitt tiltak, sum íslendski tjóðbankin hevur sett í verk, er at skerja kredittin á lønarkontounum niður í eina helvt, og tað fer væl at merkjast hjá vanliga lønmóttakaranum.

- Vanliga verður sagt, at ein íslendskur lønmóttakari hevur eitt yvirtrekk á lønarkontoini upp á tríggjar mánaðarlønir. Í næstsíðstu viku hálveraði tjóðbankin hesa heimildina úr 700.000 niður í 350.000 íslendeskar krónur, og tað merkir, at peningurin, sum fólk hevur um hendi, minkar munandi. Og tað merkist sjálvandi, men vit eru kortini í tí hepnu støðu, at okkara vøra ikki beinleiðis kann roknast sum luksusvøra, sigur Gunnar Justinussen.

Hann sigur, at bilar eru nakað, sum fólk mugu hava, og harvið esini dekk.

- So okkara fyritøka er ikki hin fyrsta, sum kemur at standa fyri skotum, sigur Gunnar Justinussen.

 

Álitið fokið

Ein annar trupulleiki, sum hevur stungið seg upp, er álitið hjá útlendskum veitarum á íslendska vinnulívið. Tað ber í løtuni ikki til at flyta pengar inn ella út úr Íslandi, og tí eru veitarar trekir at levera.

- Vit mugu tíverri ásanna, at tað álit, sum vit hava nýtt nógv ár um at uppbyggja, tað er burtur. Tað hvarv í síðstu viku. Tað er minkað spakuliga seinastu tíðina, men í síðstu viku var tað fokið. Og tað merkir, at eg – eins og allir aðrir innflytarar – ongan kreditt fáa, men skulu gjalda kontant í útlendskum valuta, ikki í íslendskum krónum, sigur Gunnar Justinussen.

Hetta ger sjálvandi støðuna rættiliga trupla, tí útlendskur valuta finst ikki í Íslandi. Útlendskur valuta kann ikki flytast út ella inn í landið, so støðan er rættiliga kritisk.

- Sum støðan er nú, fáa vit als ikki keypt vørur. Tíbetur hava vit bygt okkum eina rættiliga stóra goymslu upp, so vit klára hendan veturin, ella ein stóran part av honum, og so mugu vit bara taka støðuna upp til viðgerðar, tá goymslan fer at tømast, sigur Gunnar Justinussen.

Hann sigur, at tá tú missir kreditorfígging, samstundis sum tú hevur nakrar bankar, sum ikki eru so fúsir at fíggja, so fær tú trupulleikar. Og her er talan um eina kreppu, sum er verulig.

- Ja, hon er ógvuliga verulig. Nú havi eg verið nógv í Íslandi seinastu sjey árini, og hetta er mítt annað heim. Eg havi líka nógvar vinir í Íslandi, sum eg havi í Føroyum, og eg kenni nógv fólk her. Kreppan er verulig, her er ikki bara talan um forsíðustoff, sigur Gunnar Justinussen.

 

Kreppa í Íslandi ikki í Føroyum

- Men eg má hámeta hesi fólkini, hvussu positiv tey eru, hvussu tey halda á við at siga, at hetta skulu tey nokk klára. Og tað ivist eg ikki í, at tey fara at gera. Men hetta er kreppa, tað má mann siga, sigur Gunnar Justinussen.

Hann heldur, at tað er púsa burturvið, tá tosað verður um kreppu í Føroyum.

- Eg haldi, at føroyingar skulu lata vera við at tosa um kreppu. Føroyingar hava lítla og onga skuld. Vit hava ein oljuprís, sum er raplaður úr 148 dollarum fatið niður á 67 dollarar. Fiskivinnan byrjar at vinna pening aftur, orsakað av hesum. Vit hava eina alivinnu, sum boomar í útflutningsvirði, so eg haldi, at føroyingar skulu gevast at nýta orðið kreppa, sigur Gunnar Justinussen.

Og hann leggur aftrat, at vilja føroyingar síggja kreppu, so skulu teir koma til Íslands. Tað, sum hendir í Íslandi nú, er at samanbera við tað, sum hendi í Føroyum fyrst í nítíárunum.

- Hendan kreppan er rættiliga djúp, og nógv djúpri, enn fólk vilja vísa. Íslendingar eru eitt rættiliga stolt fólkaslag, og vilja ikki vísa, hvussu álvarsom støðan er, men teir hava fingið eitt rættiligt skot fyri bógvin, sigur Gunnar Justinussen.

Kreppan er ógvuliga djúp, men hon er ikki komin niður til privatu húsarhaldini enn, men tað kemur hon um stutta tíð. Og tað verða ikki bert bankarnir, sum verða raktir saman við meiniga íslendinginum, eisini stórar fyritøkur standa fyri skotum.

- Tað vita tey, sum fáast við íslendskt vinnulív, at har er talan um kross-ognarskap. Øll eiga hvønn annan. Falla fíggingarstovnarnir, so fylgir nógv annað við. Beint nú eru øll í eini bíðistøðu, øll bíða eftir, hvat hendir við gjaldoyranum. Íslendski tjóðbankin sigur ein kurs, danski tjóðbankin ein heilt annan, eingin veit í løtuni, hvat hendir á marknaðinum, sigur Gunnar Justinussen.

Hann vísir á, at tær stóru fyritøkurnar eru so skuldarbundnar, at har finst eingin møguleiki, tær mugu falla.

 

Ikki øll kort komin á borðið

Gunnar Justinussen hevur ikki nakað beinleiðis boð upp á, hvussu íslendingar koma burtur úr kreppuni, men har skal sterkur løður til.

- Eg dugi ikki at siga tað. Íslendingar vita ikki heldur sjálvir. Dustið hevur ikki lagt seg enn, og eingin hevur fulla greiði á støðuni, og áðrenn mann kennir hana, verður trupult at vita, hvussu mann kemur burtur úr henni. Men kenni eg íslendingar rætt, liggja teir ikki leingi niðri, teir sprella aftur um nøkur ár – so ella so, sigur Gunnar Justinussen.

Eitt annað, sum kann gera tað trupult at greiða fíggjarligu fløkjuna, sum landið er komið í, er torskylda fígginarskipanin hjá bankunum.

- Fíggjarproduktini her yviri hava verið ógvuliga kompliserað. Tænasturnar, sum bankarnir hava bjóðað, eru sera truplar at finna út av. Nú eri eg bilmekanikari við eitt sindur aftrat, og eg havi ógvuliga ilt við at finna út og inn í ymsu skipanunum, sigur Gunnar Justinussen.

Hann sigur, at sjálvt serfrøðingarnir í bankunum hava ilt við at siga, hvat veruliga er farið fram, og tí er sera ringt at fáa eitt yvirlit yvir støðuna, sum hon er. Serliga hetta við kross-ognarskapunum, hvør eigur hvønn og hvør fíggjar hvønn.

- Eg eri bangin fyri, at talan verður um eina øgiliga upprudding. Nú byrja menn eisini at tosa um, hvør hevur skuldina av hesum, hvussu hetta kundi henda, so her verður nógv upprudding næstu tvey-trý árini, eri eg bangin fyri, sigur Gunnar Justinussen.

Og støðan er meiri ella minni kaotisk á fíggjarmarknaðinum í løtuni.

- Tú sær nú, at fíggjareftirlitið skal yvirtaka tríggjar teir størstu bankarnar í Íslandi, og har starvast kanska 15 fólk, so tey hava ongan møguleika at fara inn at reka hesar bankarnar. Tey hava heldur ongan møguleika at gera sær eitt yvirlit yvir støðuna, sigur Gunnar Justinussen.

Men tað er ikki bara í Íslandi, at støðan er óviss. Bretland hevur innifryst aktivir hjá íslendsku bankunum, og nú ljóðar, at Holland umhugsar sakarmál fyri at verja hollendskar innlánarar hjá íslendsku bankunum.

- Tað tykist, sum tað blívir við at koma okkurt nýtt fram, sum eingin veit nakað um – men sum onkur sjálvandi kennir til, so tað gongur helst rúm tíð, áðrenn øll kort liggja á borðinum, sigur Gunnar Justinussen.