Í góð 26 ár hevur Ingigerð á Trøðni verið smílandi andlitið á Kunningarstovuni í Havn. Hon hevur vegleitt ferðafólkum og føroyingum, hevur sagt okkum hvat er vert at fara til, og hvat vit eiga at síggja. Hon hevur, kanska meiri enn nakar annar føroyingur, verið í tøttum sambandi við ferðafólkini, sum koma higar, og hon hevur eini greið boð til føroyingar, nú hon gevst.
Niðurgera okkum sjálvi
- Vit duga ómetaliga væl at fortelja turistunum, at ting eru torfør og besverlig í Føroyum. Mangan gera vit alt ov nógv av og gera tað verri, enn tað í grundini er, heldur Ingigerð.
Hon sigur, at føroyingar í alt ov stóran mun leggja dent á tað negativa við Føroyum, og vit gera tað eisini, tá vit tosa við útlendingar.
- Úrslitið er, at tá ferðafólkini koma higar, so hava tey ta fatan, at Føroyar eru eitt ræðuliga torført land at ferðast í. Tey halda, at einki ber til og at tað bæði er dýrt og besverligt at vera her. Men tá tey hava verið her í nakrar dagar, hava tey eina heilt aðra fatan.
Ingigerð nevnir, at eitt, sum ferðafólkini ofta hoyra, er, at tað er so dýrt at ferðast innanoyggja.
- Men hetta eru fólk, sum eru von við, at avstandirnir eru stórir. Og tey halda tað faktiskt vera stak bíligt at feraðst innanoyggja í Føroyum. Tað er tað eisini - føroyingar vita bara ikki av tí.
- Vit hoyra eisini ofta, at turistarnir koma til ein stongdan bý, um tey koma ein sunnudag. Men tað er ikki rætt, tí fleiri handlar hava opið. Teir handlarnir, ið selja vøru til ferðafólk, hava allir opið, vísir Ingigerð á.
Hon heldur, at tað sjálvandi eru nøkur ting, sum kundu verið betri, men samanumtikið fáa ferðafólk eina heilt serstaka uppliving, tá tey eru í Føroyum. Og tað eiga vit ikki at undirmeta.
- Vit fáa so sera nógvar positivar heilsanir bæði í gestabókina á Kunningarstovuni og við postkortum, sum ferðafólkini senda, eftir at tey eru komin heim aftur. Men føroyingar høvdu gjørt sær sjálvum eina stóra tænastu, um vit góvust at niðurgera okkum sjálvi og okkara land, slær Ingigerð fast.
Fingið nakrar skolur
Lívið á Kunningarstovuni er broytt ómetaliga nógv hesi 26 árini, Ingigerð hevur starvast har.
- Tá eg kom í starv, var Kunningarstovan eitt ára gomul. Tá høvdu vit eini 5000 vitjandi árliga. Nú er talið av vitjandi komið upp á 30.000 árliga, so tað er greitt, at tað er ein stórur munur.
Tað er felagið Tórshavn, sum eigur og rekur Kunningarstovuna í Havn, og felagið fær játtan frá Kommununi og landinum.
- Vit fáa sama studning, nú vit hava 30.000 vitjandi, sum vit fingu, tá vit høvdu 5.000 vitjandi. Tað sigur seg sjálvt, at tað krevur meiri arbeiðsorku nú, men vit klára okkum. Serliga sølan millum annað av postkortum og frímerkjum ger stóran mun hjá Kunningarstovuni í Havn.
Leingi var Ingigerð einsamøll ella sjálvonnur til arbeiðis. Nú starvast fleiri fólk á Kunningarstovuni, og Ingigerð hevur alt gott at bera teimum. Tey hava sera nógv at gera, men tey eru bæði dugnalig, fitt og fyrikomandi.
- Fyrstu árini seldu vit einki uttan nakrar Føroyaplakatir. Men vit høvdu altíð opið, tá ferðamannaskip komu inn. Ein sunnudag stóð eg einsamøll handan diskin, tá ein ferðamaður kom inn. Hann spurdi eftir postkortum. Tað hevði eg ikki. Hann bað um frímerki. Tað hevði eg ikki. So vildi hann keypa okkurt føroyskt tinganest av onkrum slag, men tað hevði eg heldur ikki.
- Tað einasta, eg havi at selja eru plakatir, royndi eg at greiða honum frá. Men hann tendraði. »Hvat billar tú tær inn at hava opið, tá tú einki hevur at selja allíkavæl«, buldraði hann. Ingigerð flennur. - Eg lærdi av tí, og eg fekk eftir tað skaffað okkurt, sum ferðafólkið kundi keypa sær sum minni úr Føroyum.
Síðani er hon farin at selja bæði postkort, frímerki og tinganest, og tað verður nógv selt.
- Hóast alt er so teldustýrt í dag, so eru postkortini framvegis ein sera, sera stórur partur av ferðavinnuni. Og tey eru eitt gott ískoyti hjá Kunningarstovuni.
Grindadráp
Ingigerð minnist eisini, at tað einaferð var grindadráp í Sandagerði, júst tá eitt ferðamannaskip kom inn á Havnina. Tey máttu liggja og bíða og hyggja at drápinum, áðrenn skipið fekk lagt at.
- Tá kom ein maður inn á Kunningarstovuna, og hann var dansandi óður. Hann skuldi forklaga meg til bæði løgmann og danskar myndugleikar.
- Eg skilti einki og visti ikki, hvat eg hevði gjørt, sum hann var vorðin so óður um.
- Jú, hann fann seg ikki í, at eg hevði skipað fyri einum grindadrápi, beint tá ferðamannaskipið kom inn. Hann hevði aldeilis ongan hug at síggja eitt grindadráp, og hann helt tað veruliga vera frekt av mær at hava fyrireikað hetta góða drápið.
Ingigerð royndi sum frægast at forklára honum, at tað altso ikki var nakað, hon kundi krediterast fyri, men hon heldur ikki, at hann heilt skilti, at grindadrápið ikki var til æru fyri ferðafólkið.
Hon leggur tó dent á, at tey allarflestu ferðafólkini bæði eru glað, takksom og hugtikin, eftir at hava verið í Føroyum. Tey fáa eina positiva og góða uppliving.
Summi teirra hava eina negativa mynd av føroyingum, tá tey koma higar, tí tey halda, at vit eru eitt blóðtyst fólkaslag, sum gongur runt við grindaknívi í hond allan dagin. Tað er jú myndin, sum fleiri av umhvørvisstovnunum royna at mála.
- Tað munnu vera fá, sum skifta hugsan um sjálvt grindadrápið eftir at hava verið í Føroyum, men tey allarflestu skifta hugsan um føroyingar, sigur Ingigerð smílandi.
Spennandi við veðrinum
Flestu ferðafólkini sum koma higar við stóru ferðamannaskipunum kenna lítið og einki til Føroya.
- Tað góða við, at ferðafólkini sigla til Føroya er, at tey tá hava stundir at práta við hvønnannan. Soleiðis frætta tey frá hvørjum øðrum, hvat er vert at síggja í Føroyum.
Og tað vísir seg, at meirilutin vil sleppa til Mykinesar.
Men tey eru fleiri, sum ikki tora út hagar.
- Tey flestu hava ótrúliga ilt við at góðtaka, at veðrið skal hava so stóra ávirkan. Hetta eru fólk av fastlandinum í Evropa, og tey eru ikki von við at missa tamarhaldið á støðuni nakrantíð.
- Tí halda tey tað vera bæði spennandi og dragandi, men samstundis eisini ræðandi, tá tey fáa at vita, at báturin til Mykinesar siglir eitt ávíst klokkuslett, men tað er ikki vist, at hann siglir innaftur sum ætlað.
Tankin um, at tey møguliga ikki sleppa heimaftur, men kunnu gerast veðurføst úti á eini lítlari oyggj, er so ókendur fyri teimum, at tey halda tað vera heilt eksotiskt.
Fleiri hava tráðspurt Ingigerð, hvat tey skulu gera, um so er, at tey gerast veðurføst. Tey hava ilt við at skilja, at einki er at gera, um veðrið skiftir.
- Tey spyrja forvitin, hvat føroyingar gera, tá veðrið ikki vil tað sama sum vit. Og eg sigi sum er, at tá er einki at gera; vit mugu bara seta okkum at bíða. Tað halda tey vera heilt absurd, men tey eru eisini hugtikin av tí.
Munur á veðrinum
Skiftandi føroyska veðrið hevur spælt nógvum ferðafólkum eitt puss, og tey hava ilt við at trúgva, at veðrið kann vera so ymiskt frá staðið til stað í einum so lítlum landi. Avstandirnir eru jú so stuttir.
- Eg minnist, at her kom ein familja inn at spyrja um, hvat tey skuldu finna uppá. Veðrið var vánaligt í Havn, og tey høvdu longu vitjað søvn og tílíkt.
Ingigerð bað tey fara til Vestmannar at sigla undir Vestmannabjørgini. Tey hugdu uppá hvørtannað, og tað sást á øllum brøgdum, at tey ikki høvdu hug at fara út at sigla, soleiðis, sum veðrið var í Havn.
- Eg royndi at forklára teimum, at í Vestmanna var fínasta veður. Men tey fóru avstað aftur, og eg veit ikki, hvat tey mundu fáa dagin at ganga við. Dagin eftir var brennandi sól í Havn, og tá kom sama familja aftur at spyrja um handan spennandi siglitúrin, sum eg hevði tosað um.
- Nei, segði eg, tað var í gjár! Í dag er túrurin avlýstur, tí líkindini í Vestmanna eru so vánalig. Tað dugdu tey ikki at skilja, tí sólin bakaði í Havn.
Marknaðarføring
Ingigerð heldur, at tað er neyðugt at vit marknaðarføra okkum væl og virðiliga, um vit skulu hava fleiri ferðafólk higar.
- Tann besta reklaman er hon, sum gongur av mannamunni. Tá fólk hava verið her og hava havt eina góða uppliving, so fortelja tey øðrum um Føroyar.
- Tað krevur nógv at byggja eitt gott ummæli upp, við at geva fólki positivar ferðaupplivingar í Føroyum. Men tað negativa ferðast eisini munn av munni, og tí eiga vit at vera so sera varin við, hvat vit ganga runt og fortelja útlendingum um okkara land, heldur Ingigerð.
Eftir 26 ár letur hon nú ábyrgdina av Kunningarstovuni frá sær. Men hóast hon gevst, so sleppur hon ikki heilt.
- Eg fari at vita, hvussu tað er at hava frí. Men eg fari at halda á at vera guide hjá ferðafólki, sum ynskja ein rundtúr í Havnini.
Faktaboks:
Navn: Ingigerð á Trøðni
Úr Havn
Aldur:
Gevst eftir góð 26 ár á Kunningarstovuni í Havn
Faktaboks:
Kunningarstovan í Havn
Verið til í 27 ár
2. árið vóru 5000 vitjandi
25. árið vóru 30.000 vitjandi - bæði føroyingar og útlendingar
Felagið Tórshavn eigur og rekur Kunningarstovuna
Felagið fær stuðul frá Tórshavnar Kommunu og landinum
Felagið Tórshavn er eitt limafelag, har bæði privatfólk, handlar og virki eru limir
Millum annað skipar felagið fyri gongutúrum runt í Føroyum og uttanlands
Kunningarstovan luttekur týðum á ferðamessum uttanlands