Gevst eftir 25 ár í fremstu røð

Nú fara tey at leita eftir nýggjum stjóra

Í summar skal Løgmanskrivstovan hava nýggjan stjóra. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, hevur boðað løgmanni frá, at hon gevst í starvinum tann 1.august 2021.

Løgmansstjórin fylti fyrr í ár 67 ár, og í summar hevur hon røkt starvið sum løgmansstjóri í 25 ár. Í næstum verður farið undir tilgongdina at seta nýggjan løgmansstjóra, sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi í morgun.