Eftir langa og trúgva tænastu sum arbeiðsmaður og sløkkiliðsleiðari, gevst Dagfinn Petersen nú í hesum starvi.
Tí fer Vága kommuna at skipa fyri almennari móttøku í býráðssalinum í Sandavági fríggjadagin komandi, 29. mai, frá klokkan 15.30 til 17.30.
- Familja, vinir, kenningar, starvsfelagar og onnur, sum vilja heiðra Dagfinn fyri langa og trúgva tænastu, eru vælkomin til móttøkuna, sigur Vága kommuna í dag.