Í Degi og viku hóskvøldið kom undan kavi, at leiðslan í Sjónvarpi Føroya hevur ítøkiligar ætlanir um at kollvelta sendiskránna hjá stovninum. Stjórin í SVF, Mikkjal Helmsdal, segði í Degi og viku, at frá 1. oktober í ár verður føroyskt tilfar at síggja millum klokkan 18-21 hvørt kvøld, meðan restina av senditíðini verður samsent við donsku sjónvarpsrásina DR.
-Fíggjarligi karmurin hjá SVF er smalur, og tí hava vit heldur tikið hetta stigið, enn at siga 3-5 fólkum úr starvi. Vit hava fingið eina góða avtalu við DR, har lítil og eingin samsýning verður givin, og Sjónvarpið fer tí at spara pening, greiddi Mikkjal Helmsdal frá í Degi og viku hóskvøldið.
Heldur svartan skerm
Farna samgonguskeið sat tjóðveldistingkvinnan, Annita á Fríðriksmørk, eitt skiftið sum landsstýriskvinna í mentamálum. Vit hava spurt hana, hvat hon heldur um kollveltandi stigið hjá leiðsluni í Sjónvarpi Føroya.
-Samsendingin við DR má fyri alt ikki gerast ein koddi hjá SVF. Málsetningurin má sjálvsagt vera at framleiða meira føroyskt tilfar eftir klokkan 21. heldur Annita á Fríðriksmørk.
Hon er av teirri áskoðan, at kann SVF ikki fáa útlendsku sendingar umsettar til føroyskt, er skilabetri, at Sjónvarpið gevst at senda eftir klokkan 21.
-Tað er burturvið, at vit skulu rinda 2000 krónur í sjónvarpsgjaldið fyri at hyggja at óviðgjørdum útlendskum tilfarið. Er ikki orka til at umseta tilfarið ella fáa føroyskar røddir, átti Sjónvarpið at havt svartan skerm eftir klokkan 21. Sum fremsti mentanarberin í føroyska samfelagnum skulu vit sjálvsagt hava útlendska tilfarið umsett til føroyskt, sigur tjóðveldistingkvinnan
Ikki afturstig
Spurd, um talan er um eitt afturstig hjá Sjónvarpi Føroya, svarar tingkvinnan, at tað metir hon ikki. Hon vísir á, at SVF hevur sum er nógvar DR-sendingar á skránni, og einasti munurin verður, at sendingar hjá DR verða sendar feskar, heldur enn forskotnar.