Gevst í AB: Ov nógv órógv

Betri deildin menn: Karl Dreier Leth er givin á Argjum og heldur at tað er ov nógv órógv

Bold.dk hevur gjørt eina samrøðu við 19 ára gamla Karl Dreier Leth, sum nú er givin í AB. Hann sigur seg bara hava fingið løn til tíðina eina ferð, og kemur við atfinningum av skilinum í AB, men undirstrikar, at spælarar ikki liva undir vánaligum umstøðum.

 

- Tað var ikki nógv skil á. Eg haldi, at eg fekk bara lønina til tíðina einaferð. Vit mistu eisini tríggjar venjarar orsaka av einum máli, ið var í fjølmiðlunum, sigur Karl Leth við bold.dk.

 

Greinin greiðir víðari frá søguni um spælararnar, ið rindaði meira í leigu, enn teir fingu í løn. Formaðurin í AB, Marius Thomassen, hevur síðani sagt, at hóast tølini í sáttmálanum eru røtt, so eru spælararnir ongantíð uppkravdir eftir teinum upphæddunum í leigu.

 

Karl Dreier Leth leggur eisini dent á, at spælararnir ikki livdu undir vánaligum umstøðum, men sigur at hann fór úr sáttmálanum, tí tað var so nógv órógv í og rundanum hópin. Karl Leth er 19 ára gamal og náddi at spæla 17 dystir fyri AB, eftir at hann kom frá Randers FC í ár.

 

Dimmalætting skrivar, at tað verða fleiri broytingar í hópinum í summar. Nýggjur venjari er 56 ára gamli Henrik Larsen, ið byrjar eftir summarsteðgin.