Tað er spanski dopinglæknin, Eufemiano Fuentes, sum sigst sita inni við vitan, sum kann kosta Spania bæði EM og HM gull í fótbólti.
»Tosi eg, eru vit ikki meiri heims- og europameistarar í fótbólti«
Tað er hetta sitatið frá Eufemiano Fuentes, sum eitt nú spanska dagblaðið, El Mundo í dag hevur og blaðið gevur ábendingar um, at sponsku leikararnir hava tikið ólóglig evni fram móti EM í 2008 og HM í ár.
Umstríddi Eufemiano Fuentes varð handtikin hósdagin í sambandi við eina dopingsak í Spania, og sitatið kemur ikki beinleiðis frá Fuentes, men frá einum meðfanga. Hóast hetta verður málið sligið stórt upp í Spania.
Sum ein avleiðing er landsliðsvenjarin, Vincente Del Bosque, traðka fram í fjølmiðlunum og boða frá, at hann einki kennir til nakra doping.
Fyribils er eingin funnin sekur í málinum, hóast taðp ongantíð er stuttligt við slíkum málum. Vit innan fótbóltin vita, at vit ikki vunnu HM við doping. Vit eru róligir og tað er eingin trupulleiki fyri okkum, sigur Xavi sambært vg nett.