Gevur frálæru um nálabinding

Ein av útlendingunum á bindifestivalinum í Fuglafirði í hesum døgum er Andrea Tebbenhoff, sum er úr Hollandi, men býr í Norra.

Ein av útlendingunum á bindifestivalinum í Fuglafirði í hesum døgum er Andrea Tebbenhoff, sum er úr Hollandi, men býr í Norra. 


— Eg havi verið í Føroyum áður og vitjað, tí eg havi eina vinkonu her. Men tað er fyrstu ferð, eg eri á bindifestivali, sigur Andrea.

Nálabinding er gamalt. Fleiri siga, at tað er frá víkingatíðini. Men í grundini er tað eldri enn tað. Ein hosa er funnin í pyramydunum í Egyptalandi, sum er nálabundin. Hesin hátturin at binda er gamal, og helst royndur um allan heimin, sigur Andrea.

Andrea skal hava tvey skeið um nálabinding fyri nýbyrjarar og eitt fyri teimum, ið hava eitt sindur av royndum. Hon skal eisini hava tveir fyrilestrar um sama evni á bindifestivalinum.

— Eg haldi ikki, at tað eru nógv her í Føroyum, ið kenna til nálabinding. Tað datt eitt sindur burtur, tá ið binding kom meira fram. Eg haldi, at tað er stuttligt, at fólk hava hug at royna nálabinding, sjálvt um tey ikki kenna nógv til tað, sigur Andrea.

— Tað er sera stuttligt at vera við á bindifestivali. Fólk lata dyrnar upp, og vit sita heima í stovunum hjá privatfólki. Tað er sera hugnaligt. Stuttligt at tað eru so nógvir luttakarar, sigur Andrea Tebbenhoff.

Les meira um bindifestivalin her.