Eg skal takka býráðsformanninum fyri at hava handað mær 2000-ára M.A.Jacobsens viriðisløn fyri yrkisbókmentir, men serliga skal eg takka nevndini fyri, at hon er komin til tað úrslit, at bókin ?Føroyar á vegamóti? er heiðurslønarverd.
Tá eg fekk boðini, var mín fyrsti tanki, at hetta kundi als ikki bera til, tí tað eru so nógvar góðar yrkisbøkur komnar út í farna ári, og hví skuldi mín bók vera tikin fram um allar hinar?
Men kundi hetta kanska hava nakað við tað at gera, hvørs heiðursløn talan var um?
M. A. Jacobsen, Mass Jacobsen var føddur í Havn í 1891, í gjár fyri 109 árum síðani. Faðir hansara var Jákup bøkjarin, og móðirin var Elsebeth, sum var av Velbastað. Mass á Húsum, sum hann ofta varð nevndur av tí, at faðir hansara var av Húsagarði í Havn, var so at siga føddur inn í ta føroysku sjálvstýrisrørsluna. Ætt hansara var væl umboðað í Tinghúsinum, tá menn og kvinnur komu saman har 2. jóladag í 1888 at verja Føroya mál og Føroya siðir. Hesin fundur var farskotið til ta føroysku tjóðskaparrørsluna, og parturin hjá skyldfólkum hansara hevur aldrin ligið eftir, tá tað kom til at gera tað neyðuga arbeiði. Sum dømi um tað kann nevnast, at eldra systir hansara Sanna giftist við Símuni av Skarði og gjørdist húsmóðir á Føroya Fólkaháskúla, sum var í Føgrulíð barnaárini hjá Massi.
Hesi ár vóru mikil rembingarár í Føroyum, og var Mass við í Ungmannafelagnum í Havn, sum vakti nógv til tjóðskaparligt medvit. Í 1907 fekk hann realprógv, og árið eftir fór hann til Keypmannahavnar, har hann fekk studentsprógv í 1910 og las nøkur ár á universitetinum, men gavst ? próvleysur. Eina ferð spurdi eg systurson hansara Jóhannes av Skarði, hví Mass ikki las seg lidnan. Jóhannes svaraði, at orsøkin var tann bera blaktaða armóð, og at vit í dag høvdu ilt við at skilja, hvussu ringt tað var at fáa lisið, áðrenn stuðulsskipanir til lesandi vóru fingnar í lag.
Fyri føroyskt mentanarlív var tað ein gáva, at hann ikki gjørdist liðugur, tí so hevði hann tikið prógv í matematikk og alisfrøði. Eingin studentaskúli var í Føroyum, sum hann hevði kunnað fingið starv á, so helst var hann tí ongan tíð komin heim aftur. Men nú gjørdist hann bókavørður og kom at hava eitt týdningarmikið lutverk í mentanarliga og politiska lívi landsins. Sum bókavørður megnaði hann í teimum neyðars tíðum, ið tá vóru, at fáa bygt tey stásiligu bókasavnshúsini av gróti. Skald og rithøvundur var hann. Formaður var hann fyri tíðarritinum Varðanum, sum kom út átta ferðir um árið. Saman við Christiani Matras var hann í 1927-28 høvundur av tí føroysku-donsku orðabókini. Hann skrivaði Rættskrivingarreglurnar, sum nú verða seldar í 13. óbroyttu útgávu og framvegis eru tann besta vegleiðing hjá øllum teimum, sum ætla sær at skriva føroyskt lýtaleyst. Tað verður alt ov nógv at nevna alt tað, sum hann fekk givið út. Frá 1. januar 1933 til hann doyði sum 52 ára gamal í 1944, var hann harumframt formaður í Tórshavnar býráð, og sat í løgtinginum í fýra ár frá 1936. Fjøltáttaður var hann. Umframt Varðan og fagrar bókmentir gav hann út Adressubókina, sum greiddi frá Føroyum á føroyskum, donskum, enskum, týskum, fronskum og sponskum! Hann var við til at stovna føroyska Studentafelagið í Keypmannahavn í 1910, og stutt áðrenn hann doyði grundaði hann Tórshavnar Musikskúla og var í fyrstu nevndini saman við Williami Heinesen og Erik Petersen.
Rakstrarmátturin í øllum hesum virkni var sjálvstýrishugsjón hansara.
Men tað var ikki lætt at vera sjálvstýrispolitikari tá. Høvuðsorsøkin til hetta var, at eisini hjá sjálvstýrispolitikarum var tað ringt at ímynda sær, at kongsins ráðharrar kundu lúgva fyri okkum fyri at fáa okkum til at lata okkum lynda ta ússaligu støðu, sum vit vóru í.
Tað, ið hesir ráðharrar og teirra serfrøðingar førdu fram, var, at vit vóru ein partur av Danmarkar ríki, og at danska fólkið ráddi yvir okkum. Teir søgdu, at danska grundlógin var grundlóg okkara, og at danska stjórnin hevði lógliga heimild til at útinna vald í Føroyum.
Stjórnin helt, at alt virksemi sum kundi føra til, at tey sum búðu í Føroyum fóru at halda seg vera nakað annað enn danir, var beinleiðis vandamikið, tí tað kundi elva okkum til at finnast at tí ríkiseind, sum hon segði okkum vera ein part av. Slíkt virksemi varð skírt ólógligt, og sum dømi um, hvussu langt danska stjórnin gekk, kann verða nevnt, at tá Havnar Framburðsfelag í 1917 skipaði fyri at savna saman undirskriftir fyri at venda sær til bretsku stjórnina fyri at fáa í lag øktan tilflutning av neyðsynjarvørum undir heimskrígnum, vóru oddamenninir í hesum tiltaki skírdir landasvíkjarar og stevndir fyri kanningarnevndina hjá danska ríkisdegnum.
Hvørki Mass Jscobsen ella aðrir sjálvstýrismenn vildu hava sitandi á sær, at teir gjørdu nakað ólógligt. Teir høvdu alla tíðina eina kenslu av, at tað ikki var rætt, sum danskir ráðharrar og teirra serfrøðingar førdu fram, og hildu seg tí vera í sínum fulla rætti til at virka fyri føroyskum máli, føroyskari mentan og føroyskum sjálvstýri.
Men hóast teir viðgjørdu hesi viðurskifti dúgliga, eydnaðist teimum ikki at prógva, at tað vóru vit, sum høvdu rætt til at gera av, hvat ið henda skuldi í landi okkara. Hetta gjørdi, at teir høvdu ilt við at fáa ein meiriluta at taka undir við sjónarmiðum sínum, tí tá ið á stóð, kundu teir ikki siga annað enn, at danska stjórnin hevði lógligan rætt til at fara við okkum sum hon gjørdi, men teir hildu, at hetta var órímiligt. Hetta var útlagt til at merkja veikleika, og gjørdi hetta sítt til, at undirtøkan fyri sjónarmiðum teirra gjørdist ov lítil.
Tað bók mín er ein roynd til at greiða, er hvørt nakað er um tann illbata, sum Mass og aðrir sjálvstýrismenn høvdu um, at donsku sjónarmiðini ikki eru røtt. Tí havi eg kannað nakrar heilt avgerandi spurningar, sum kunnu setast um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Fyri at kunna gera hetta hevur verið neyðugt at finna fram til alt tað, sum vísindamenn innan statsrætt og fólkarætt hava viðgjørt um Føroya støðu, greina tað og gera metingar av, hvat ið er eftirfarandi, og hvat ið ikki er at líta á.
Fyrsti spurningurin er sjálvandi:
Eru Føroyar ein partur av tí danska ríkinum?
Her vísir tað seg, at líka síðan søgunar dimmalætting hava Føroyar verið ein partur av tí norska ríkinum. Sárasta hending, sum okkum hevur verið fyri, var tá ið Noreg fór burtur úr ríki okkara í 1814. Um hetta sigi eg soleiðis í bók míni:
?Tað hevur verið vanlig fatan í Føroyum, at støðan tá var tann, sum Hans A. Djurhuus sigur: ?ei kendist skilnarstund svár?. Men Jóannes bóndi sigur í 1939 í síni Føroya Søgu I, at mannasøgn er, at føroyingar vóru harmir og tóku tað tungt, tá ið teir frættu, at Føroyar vóru skildar frá Noreg.
Vit skulu minnast til, at vit ongar fjølmiðlar høvdu í Føroyum tá, og at tað heldur ikki var loyviligt at finnast at stýrinum. Tann sum slíkt gjørdi, kundi fáa deyðadóm.
Men eitt kundu føroyingar gera, og tað var at yrkja vísur til føroyskan dans, har atfinningar kundu verða førdar fram, uttan at myndugleikarnir skiltu petti av tí. Tað var hetta, Nólsoyar Páll hevði gjørt við miklum hegni í Fuglakvæðinum.
Hevur tað, sum her fór fram, ikki fingið nakran til nakað tílíkt?
Vit hava eitt kvæði, sum er um eina ráðagerð millum danska og svenska kongin og nakrar norðmenn um, hvussu teir skuldu fáa gjørt enda á Noregs kongi. Meðan bæði danski og svenski kongurin gera sær fyri skommum í bardaganum, eru tað at enda norðmenn, sum sjálvir gera av, hvør ið skal stýra Noregs ríki.
Hetta er kvæðið Ormurin Langi, sum er um Ólav Trygvason og deyða hansara við Svøldur. Tann sum samanber tað, sum hendi í 1814, við gongdina í kvæðinum, sær at her er talan um eina beinrakna viðmerking til hendingarnar í Noregi í hesum ári, og at skaldið, sjóvarbóndin, hevur verið í parti við Noregs kongi og avgjørt ikki hildið við Danmarkar kongi.
Vit kunnu siga, at hetta skaldið kanska ikki hevur verið ímyndin av tí vanliga føroyinginum, tí móðir hansara var norsk. Men kvæðið gav gott afturljóð hjá føroyingunum, og teir roknaðu seg sjálvar uppí, tá sjóvarbóndin segði í niðurlagnum: ?Glaðir ríða Noregs menn/til hildarting?.
Men vóru hetta ikki bert tóm orð? Kundi tað koma upp á tal, at føroyingar lótu lív á Hildar tingi sum aðrir Noregs menn?
Í 1628 fekk Noreg sín egna her, sum var tann einasti reint norski stovnur í tí felags norska-danska ríkinum. Allir norðmenn komu undir herskyldu, meðan danir ikki vóru tað. Í Føroyum var ein kommandantur á Skansanum, og líka til 1814 var hetta eitt av størvunum í norska herinum, so sum tað stendur skrivað 1813 í Hov- og Statskalendarinum fyri norska og danska ríkið, sum er komin út á hvørjum ári síðan 1734. Føroyingar vóru tí undir herskyldu sum aðrir norðmenn.
Við kongligari plakat frá 13. mei 1801 varð ásett, at á hvørjum ári skuldu í Føroyum skrivast út 8 ella 9 nýliðar. Streymoyggin, Eysturoyggin og Suðuroyggin skuldu á hvørjum ári koma við tveimum nýliðum. Norðuroyggjar skuldu annaðhvørt ár koma við 2 ella 1. Annaðhvørt ár skuldi Sandoyar sýsla og Vága sýsla koma við einum. Sýslumenninir skuldu lata nýliðarnar sýna av kommandantinum og fútanum, sum skuldu gera av, um teir vóru nýtiligir til krígstænastu. Vóru teir tað, komu teir upp í skansaliðið. Tænastutíðin var fýra ár, so í alt høvdu vit umleið 34 soldátar á Skansanum. Skyldan hjá føroysku hermonnunum var at seta lívið í váða fyri fosturlandið, Noregs ríki, og tað var tí ikki orðaskvaldur fyri føroyingar at ríða til Hildar ting sum Noregs menn.
Vit høvdu sostatt tá ein standandi her, sum var upp á 0,7% av fólkatalinum. Høvdu vit í dag havt ein lutfalsliga eins stóran her sum tá, so vóru nú yvir 300 føroyingar í hermannabúna.
Men tá vit høvdu somu skyldur sum aðrir norskir borgarar, hvussu var tað so við okkara rættindum sum norðmenn?
Tann 15. januar 1776 kom ein konglig kunngerð um innburðarrætt. Í henni verður ásett, at fyri at njóta ávís rættindi sum t.d. at fáa alment starv í ríkjunum krevst, at viðkomandi er innborin, tvs. annaðhvørt føddur sum ?holsteinari, dani ella norðmaður.?
Av tí at vit høvdu verndarskyldu í norska herinum, kundi tað yvirhøvur ikki vera nakar ivi um, at øll tey, sum búðu í Føroyum, høvdu innburðarrætt sum norðmenn. Sjóvarbóndin hevði tí rætt í tí, hann segði í Orminum Langa.?
Tað var tí við góðari grund, at altjóða dómstólurin í Haag dømdi tann 5. apríl 1933, at so seint sum tann 14. januar 1814 vóru Føroyar ein partur av Noregs ríki.
Fyri at broyta markið millum Føroyar og danska ríkið skulu vit samtykkja hesum, og hesa samtykt skulu vit hava gjørt eftir 1814. Tíverri fyri ta donsku stjórnina kann hon ikki vísa á at vit hava gjørt nakra slíka samtykt, og tað er tí við góðari grund at forsætisráðharri Danmarkar sigur, at danski staturin ikki kann reka aftur okkara próvførslu.
Tað er tí óreingiligt, at vit ikki ríkisrættarliga eru ein partur av danska ríkinum.
Men hóast hetta eru vit saman við hesum danska ríki.
Hetta samstarv er tó ikki av ríkisrættarligum, men av fólkarættarligum slag. Grundarlagið fyri hesum samstarvi er tann altjóða sáttmáli, sum vit sum partur av norska ríkinum gjørdu við danska ríkið tann 29. august 1450, fyri nágreinliga 550 árum síðani. Hesin sáttmáli ásetur, at vit eru ein javnbjóðis partur í samstarvinum við Danmark. Eins og danir kunnu taka avgerðir um, hvat alment mál skal vera í Danmark, so kunnu vit taka avgerð um, hvat alment mál skal vera í Føroyum. Sama er galdandi fyri alla aðra lóggávu. Men sáttmálin ásetur, at vit skulu hava sama kong, og at vit skulu vera saman í kríggi.
Fyri at sleppa burtur úr einum slíkum altjóða sáttmála millum tveir partar krevst, at teir eru samdir um at fara hvør til sítt. Men nú er hetta ikki nøkur forðing hjá okkum longur, tí tann 17. mars í ár hevur danska stjórnin boðað frá, at hon gevur okkum loyvi til at fara burtur úr felagsskapinum við Danmark um so er at vit vilja tað.
Nú, ið full greiða er fingin á okkara statsrættarligu og fólkarættarligu støðu, liggur betri fyri enn nakrantíð fyrr at seta tað í verk, sum sjálvstýrisrørslan hevur virkað fyri síðan fundin í tinghúsinum 2. jóladag 1888: At fáa Føroya mál til æru, og at fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu verða sjálvbjargnir.
Tað gleðir meg, at nevndin eftir øllum at døma hevur hildið, at Mass Jacobsen hevði fegnast um at lisið hesa bók, sum gevur honum rætt í øllum tí, sum hann stóð fyri í virkna lívi sínum. Tí sigi eg enn eina ferð takk fyri ta heiðursløn, tit hava veitt mær.
Zakarias Wang