Í grundgevingini segði dómsnevndin millum annað, at Anna Kirstin er eldsálin, sum lívgar og ríkar, har hon virkar. Tað veri seg innan tónleik, undirhald, ella tá ið hon lærir fólk kring landið at dansa.
Við áhaldni og hugflogi, skynsemi og stórsinni hevur Anna Kirstin tikið stig til at umvæla, varðveita og lata upp dyrnar til ein týðandi part av mentanararvi okkara: bygningarnar hjá Kongaliga einahandlinum á Tvøroyri.
Um hesar karmar er sprottin ein søguligur og nútímans mentanarpallur og eitt livandi ungdómshús.
Her stíga føtur, ið undan fóru, inn aftur í ringin, og saman trína vit dansin inn í framtíðina.