Geykareiðrið: Oscarvinnandi sjónleikakvinna deyð

Louise Fletcher, ið saman við Jack Nicholson spældi sera væl í filminum Geykareiðrið, er deyð.

 

Hon gjørdist av álvara kend, tá hon hevði leiklutin sum Nurse Ratched í filminum, sum á enskum eitur One Flew Over The Cuckoo’s Nest.

 

Hon setti so at siga nýggj mørk, tá tað ráddi um skálkar og beist, leikt av kvinnum, tá hon í leiklutinum sum sum Nurse Ratched leikti so sera sannførandi.

 

Hon vann Oscar heiðursløn fyri leiklutin, eins og aðrar heiðurslønir.

 

Hon byrjaði yrkisleiðina sum sjónleikari í 1958, og var framvegis heldur ókend, tá hon fekk leiklutin, ið av álvara gjørdi hana kenda. Hon var tá farin um tey 40 árini, og hevði havt 11 ára steðg fyri at ansa børnum sínum.

 

Louise Fletcher varð av filmsleikstjóranum Milos Forman vald til leiklutin, eftir at onnur kend nøvn høvdu sagt nei takk, til dømis Angela Lansbury og Ellen Burstyn.

 

Tá hon tók ímóti oscarvirðislønini, helt hon tað, ið verður mett sum ein av mest rørandi takkarrøðum í Oscarsøguni. Hon nýtti teknmál á pallinum, og vendi sær soleiðis beinleiðis til foreldur síni, ið bæði vóru fødd deyv.

 

Louise Fletcher Wins Best Actress: 1976 Oscars - YouTube

 

Fletsher var gift umboðsmanninum Jerry Bick, sum doyði í 2004. Tey fóru hvør til sítt í 1977. Eftir Fletcher sita tveir synir.

 

Louise Fletcher gjørdist 88 ára gomul.

 

##med2##