Felagið hjá Johan Byrial Hansen, AC Horsens, hevur nú styrkt um miðvøllin í royndunum at vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna í donsku SAS-liguni.
Nýggjur maður er 31 ára gamli Charles Akonnor úr Ghana, og hann er ikki hvør sum helst. Hann hevur 51 ferðir spælt á landsliðnum hjá Ghana, og á yrkisleið síni hevur hann í 13 ár spælt sum yrkisleikari í Týsklandi. Her spældi hann seinast fyri Unterchaching, sum spælir í næstbestu týsku røðini, men hann eisini spælt fyri Wolfsburg og Fortuna Köln í bestu røðini.
Charles Akonnor verður mettur sum ein framrættaður miðvallari, og vónin er so, at sterka vinstra bein hansara skal skjóta neyðugu málini, sum AC Horsens enn tykist sakna.
Sáttmálin millum partarnar hevur gildið hetta kappingarárið.