Ghetto Føroyar kjakast um 4. statsvaldið

Klokkan 15.00 byrjar Ghetto Føroyar sendingin hjá Rás2, og hesaferð fara útisetarnir at kjakast um miðlanir, og teirra leiklut sum 4. statsvaldið.

 

Í Danmark er tað nærum gerandiskostur, at politikarar og leiðandi persónar í samfelagnum vera viðgjørdir fyri líkt og ólíkt í miðlunum. Í Føroyum síggja vit tó ikki nógvar skandalur í miðlunum, og tað er júst hesin munur, sum Ghetto Føroyar í dag skal snúgva seg um.

 

Ann Kristina Svabo Simonsen og Sigurjón Einarsson fara at kjakast um hetta. Bæði lesa journalistikk á Roskilde Universiteti.

 

Haraftrat verður Stanley Samuelsen gestur á Oyrasundi, har hann fer at framføra tvey løg.

 

200 spældu farna vikuskiftið í Loppen í Christiania í Keypmannahavn, og í hesum sambandi hava fólkini handan Ghetto Føroyar hitt oddamannin í 200, Niels Arge Galán.