GHM og Morgunkórið í felags konsert

Í morgin, leygardagin 16. apríl, verður høvi at lurta eftir fjøllbroyttum kór- & harmonitónleiki í Eysturskúlanum.

 

Fyri at konsertin skal verða fjølbroytt, hava GHM og Morgunkórið tikið stig til eina felags konsert, har hvør bólkur framførir umleið hálvan tíma hvør sær, og so verður okkurt felags til seinast.

 

Morgunkórið er úrslitið av einari tíðaravmarkaðari verkætlan, ið Kringvarpið byrjaði í 2015, bert við óroyndum sangarum í kórhøpi. Ætlanin var at kórið bert skuldi venja nakrar sangir til framførðslu á Mentanarnáttini 2015, og so skuldi kórið niðurleggjast. Sigrið Sivertsen fekk til uppgávu at venja og leiða kórið, og hetta hevur hon gjørt við so hepnari hond, at flestu kórlimirnir avgjørdu, at kórið ikki skuldi niðurleggjast, men halda fram.

 

GHM er stovnað í 1922, og navnið merkir  Georg Hansen´s Minde.  Georg Hansen ella bakar Hansen, var bakari og var fluttur frá Bornholm til Føroyar. Umframt at baka, var hann ein tónleika úrmælingur, ið undirvísti í alskyns ljóðførum, serliga strúki- og  blásiljóðførum. Næmingar hjá honum vildu á henda hátt heiðra hann, við at uppkalla orksestrið eftir teirra lærara, og soleiðis kom navnið GHM.

 

Morgunkórið verður undir leiðslu av Sigrið Sivertsen, og GHM undir leiðslu av Jens Knudsen, ið hevur leitt orkestrið í nógv ár.