GÍ hevur fingið nýggjan formann

Gøtu Ítróttarfelag hevur fingið nýggjan formann. Á aðalfundinum, sum var fríggjakvøldið, boðaði Hallgrím Gregersen frá, at hann ikki ynskti afturval

Gøtu Ítróttarfelag hevði aðalfund fríggjakvøldið, og hann hevði við sær, at felagið fekk nýggjan formann. Hallgrím Gregersen, sum hevur verið formaður í nógv ár, boðaði frá at hann ikki stillaði upp aftur, og tí skuldi nýggjur nevndarlimur veljast fyri hann. Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Jógvani Gregersen sum formanni, Mikal Dalbø sum næstformanni, Sonju á Líðarenda sum skrivara, meðan Dagfinn Olsen og Símun Petur Justinussen eru nevndarlimir. Í Gøtu eru fyrireikingarnar til kappingarárið 1998 farnar í gongd. 1. deildarhópurin fór undir venjingarnar um hálvan januar, og tað er ein gamal kenningur sum stendur við endan hjá gøtumonnum. Tað er Jóhan Nielsen, sum var venjari í Gøtu árini 1990 - 1995, sum í ár hevur ábyrgdina av venjingini í Gøtu.