Bólkurin hjá Robin Gibb helt framførsluni uppi, meðan høvuðspersónurin sjálvur fekk Ozzy Osbourne til at minna um ein kátan tannáring.
Tað er sjáldan, at ein konsert hevði verið betri, um høvuðspersónurin ikki var á pallinum, men Robin Gibb var ikki so mikið sum ein skuggi av Bee Gees, tá hann í kvøld framførdi á Stóra pallinum í Klaksvík.
Bee Gees hava kanska fleiri hitt á samvitskuni enn nakar annar bólkur, og røðin av klassikarum tóktist ongan enda at hava, meðan framførslan vardi. Hittini, saman við framúr bólkinum, gjørdu sítt til, at framførslan kanska verður minnilig, hóast Robin Gibb hevði tænt sínum egna tónleiki best við at tagt. Einasta orsøkin, at tað ljóðaði eitt sindur sum Bee Gees, var, at kórgenturnar sungu so mikið væl, at tað minti um eyðkenda falsettsangin hjá diskobeiggjunum.
Pallframførslan var einki serlig, hóast ljós og orkestur vóru fín. Robin Gibb livdi upp til klichéina ?at grava eitt lík upp?, og tann størsta rørslan, hann gjørdi, var at koyra armin eitt sindur upp viðhvørt, og sveiggja mikrofonina. Keðiligt, tá man hevur í huga, hvussu dansiligur tónleikurin er.