Gibraltar loysir Føroyar av

Altjóða Oyggjaleikanevndin hevur gjørt av, at tað verður Gibraltar, sum avloysir Føroyar sum vertstjóð, tá Oyggjaleikirnir í 2019 skulu haldast

 

Altjóða Oyggjaleikanevndin hevur í kvøld sent út tíðindaskriv, har tey staðfesta, at Gibraltar verður vertur fyri leikunum í 2019.

 

Hetta var annars árið, har leikirnir aftur skuldu koma til Føroya, og tað var eisini tað, sum upprunaliga var samtykt av altjóða Oyggjaleikanevndini.

 

Í summar mátti ÍSF tó melda pass. Felagsskapurin hevði snøgt sagt ikki álit á, at allir hentleikar – fyrst og fremst ætlaða golfbreytin – komu ígjøgnum politisku mylluna í nóg góðari tíð. Tí staðfesti ÍSF-forseting, Petur Elias Petersen, í summar, at Føroyar ikki hildu seg til at skipa fyri leikunum.

 

Síðani hevur verið arbeitt við øðrum møguleikum, og á Gibraltar søgdu tey seg alt fyri eitt vilja taka við vertsskapinum, og 30. september kundi Gibraltar so handa Oyggjaleikanevndini skjalfestu og formligu umsókn sína.

 

- Upp á fáar mánaðir er tað eydast hjá Gibraltar at prógvað fyri okkum, at tey verða til reiðar at hýsa leikunum í 2019, staðfestir Jørgen Petterson, forseti í altjóða Oyggjaleikanevndini, IGA.

 

- Eg eri ovurfegin um, at hetta hevur eydnast Gibraltar, og eg vil takka Gibraltar og politiska stýrinum har fyri, at tey tóku við ábyrgdini og avbjóðingini at skipa fyri leikunum í 2019, sigur IGA-forsetin.