Gibraltar segði aftur nei

Næstan 99 prosent av teimum, sum vóru á fólkaatkvøðu í Gibraltar, søgdu nei til at lata Spania fáa ein part av yvirvaldsrættinum

Gibraltar
Árni Joensen:

Fyri aðru ferð hava Gibraltar-búgvar boðað frá, at teir vilja varðveita verandi bretska yvirvaldsrættin, og at teir eru ímóti ætlanini, at Bretland og Spania skulu býta yvirvaldsrættin sínamillum.
88 prosent av teimum, sum hava valrætt, vóru á fólkaatkvøðu um spurningin hósdagin, og sambært myndugleikunum atkvøddu 99 prosent ímóti at lata spaniumenn fáa part í yvirvaldsrættinum. Úrslitið er ein lemjandi misálitisváttan á sponsku stjórnina og samstundis ein greiður boðskapur til stjórnina í London um, at hon skal ikki ditta sær at tosa við spanioumenn um at býta yvirvaldsrættin í økinum.
Bretland og Spania høvdu frammanundan boðað frá, at tey fóru ikki at kenna seg bundin av fólkaatkvøðuni, men eygleiðarar siga, at tað verður trupult hjá London og Madrid at ganga ímóti einum so greiðum boðskapi.
Í 1967 var eisini fólkaatkvøða í Gibraltar um sama spurning. Eisini tá søgdu at kalla øll nei.