Giftust í Tindhólmi

Sólin skein av tí fagrasta, og ástir runnu saman í Tindhólmi leygardagin, tá Niels Egelund, professari á Danmarks Pædagogiske Universitet og flogskipari hjá Atlantic Airways, og Malene Rohde, somuleiðis flogskipari, giftust í Tindhólmi sum tey fyrstu nakrantíð.

Fyri fyrstu ferð í søguni hevur eitt par gift seg í Tindhólmi. Hetta hendi leygardagin, tá Niels Egelund og Malene Rohde lótu seg víga í hjúnaband í Tindhólmi.
 
Niels Egelund hevur flogið fyri Atlantic Airways í 15 ár og hevur somuleiðis verið flogovasti eitt tíðarskeið fyrst í 1990unum. Malene Rohde er eisini flogskipari og hevur flogið í Føroyum í nøkur ár, tá Maersk Air fleyg til Føroya.
 
Leygardagin avgjørdi parið so at gifta seg í Tindhólmi:
 
- Eg var í Føroyum fyri at kunngera Pisa-kanningina, og tí hildu vit, at tað var eitt frálíkt høvi at giftast nú, sigur Niels Egelund.
 
Ferðalagið fór við báti út í Tindhólm fyrrapartin leygardagin, og klokkan trý giftist parið í yvir hundrað ára gamla húsinum í Tindhólmi. Sýslumaðurin úr Sørvági, Regin Jespersen, vígdi parið, og tvey vitni skrivaðu undir. Eftir vígsluna gleddist brúðarparið saman við vitnunum og sýslumanninum við sjampanju og leskiligari kransakøku, ið varð gjørd til høvið. Seint seinnapartin legði ferðalagið leiðina aftur til Sørvágs, har lítið gildi varð stáplað á beinini, og Jørgen Niclassen greiddi frá Tindhólmi og spældi brúðarvísuna á klaveri.
 
- Tindhólmur hevur altíð verið nakað heilt serligt fyri okkum bæði. Sjálvur havi eg flogið uppi yvir Tindhólmi seinastu 15 árini, og Malene hevur flogið til Føroya fyri Maersk Air eitt tíðarskeið. Tí var tað heilt ótrúligt at uppliva Tindhólm so nær. - Eitt satt kærleiksævintýr og harafturat eitt stórfingið upplivilsi, greiðir Niels Egelund frá.
 
Upprunaliga kom hugskotið til giftarmálið hjá Nielsi Egelund og Malene Rohde fyri um einum ári síðani, tá Niels Egelund helt sín 60 ára føðingardag:
 
- Eg og Malene sótu og prátaðu um, at tað hevði verið stuttligt at gift okkum eitt serligt stað, har eingin annar hevði gift seg áður. Og so kom Tindhólmur bara av sær sjálvum sum eitt gott boð, sigur Niels Egelund at enda.
 
Magni Arge, stjóri hjá Atlantic Airways, heldur, tað er ótrúliga stuttligt og romantiskt, at Niels Egelund og Malene Rohde hava gift seg í Tindhólmi:
 
- Vit hava verið sera glað um at samstarva við Niels frá fyrsta degi av, og eg ynski teimum báðum hjartaliga til lukku við giftarmálinum, sigur Magni Arge í stuttari viðmerking.