Ryan Giggs og Manchester United eru komin ásamt um nýggjan sáttmála, sum er galdandi til og við summarið 2010. Giggs, sum í dag er 35 ár, hevur spælt við besta liðnum hjá Manchester United síðani 1991, og roknað verður við, at nýggi sáttmálin eisini merkir, at hetta verður einasta felagið, sum hann fer at spæla við á hægsta støði. Giggs hevur millum annað metið sum tann spælarin hjá Manchester United, ið hevur spælt flestar dystir. Málið hjá honum seinasta sunnudag syrgdi fyri, at hann hevur skorað í bestu røðini í 17 kappingarár á rað, og eitt nú hevur hann verið enskur meistari ikki færri enn 10 ferðir.